Hanus Sørensen hevur í eina tíð verið settur í samband við eitt skifti til danska felagið FC Midtjylland, og í dag er skiftið so endaliga komið upp á pláss.
15 ára gamli framrættaði leikarin, sum hevur spælt ungdómsfótbólt við HB, hevur skrivað undir hálvtannað ára sáttmála við FC Midtjylland, har hann skal spæla við U17-liðnum.
Hanus var eisini týðandi partur av føroyska U17-landsliðnum, sum í fjør – sum tað fyrsta føroyska fótbóltslandsliðið nakrantíð – spældi seg víðari úr einari undankapping.
Elitu-umfarið, sum tað verður kallað, verður á Kýpros dagarnar 15. til 20. mars. Føroyar er í bólki við Kýpros, Írlandi og Slovakia.