Hevur mist vónina um at finna semju í ár

- Nú er so stutt eftir, at eg kann ikki hugsa mær, hvussu tað skal bera til

Eg kann ikki hugsa mær, at tað fer at eydnast at finna semju um eina nýggja pensjónsskipan fyrrenn eftir løgtingsvalið seinni í ár.

Tað heldur Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin.

 

Hann heldur, at nú er so stutt eftir til løgtingsvalið, sum verður í seinasta lagi í oktober í ár, at hann kann ikki hugsa sær, hvussu tað skal eydnast at avgreiða eitt so stórt mál.

 

- Kanska verða onkrar broytingar á pensjónsøkinum í ár, men nøkur nýskipan kann eg ikki ímynda mær, at tað verður.

 

Men hann sigur, at tað er ikki tí, at ósemjurnar hava verið so ræðuliga stórar. Hann sigur, at fyrireikandi arbeiðið hjá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, er væl úr hondum greitt, og hann heldur eisini, at flokkarnir hava samráðst við opnum sinni.

- Sjálvandi eru nakrir grundleggjandi spurningar at viðgera, men samráðingarnar hava verið í einum góðum anda, so eg vildi mett, at vit kundu komi til eina semju, høvdu vit havt betri stundir.

 

Hann sigur at fleiri fundir hava verið um pensjónsskipanina, men nú hevur verið longri ímillum fundirnar. Og hann heldur nettupp, at størsta avbjóðingin er, at tíðin rennur undan, samstundis sum at politikarar hava ómetaliga nógv at gera restina av árinum

 

- Tað er ein ørgrynna av málum, sum skulu avgreiðast í løgtinginum nú í vár, so nú gerst einki.

 

Kári P. Højgaard sigur, at so er summarferia og tá gerst heldur einki, og hann dugur heldur ikki at síggja fyri sær, at stundir verða til nakað pensjónsarbeiði í heyst, tí tá verður stóra avbjóðingin hjá samgonguni at fáa eina fíggjarlóg at hanga saman. Og hon skal leggjast fyri løgtingið í seinasta lagið 30. september.

 

- Tað er so stórt trýst á politisku skipanini, at eg kann ikki hugsa mær, at tað ber til at semjast um eina pensjónsnýskipan, sigur Kári P. Højgaard.

 

Og annars liggur tað alla tíðina og lúrir, at løgmaður útskrivar val. Og tá ið tað er hent, verður alt lagt stilt. Og hann heldur eisini, at tað kann verða áðrenn vit vita av.

 

- Tað er mín varhugi, at løgtingslimir hava ilt við at síggja, akkurát, hvat liggur í fíggjarkarmunum fyri tey næstu árini, sum vórðu lagdir fyri løgtingið beint fyri páskir og sum løgtingið fer at viðgera beint eftir páskir.

 

- Tær játtanir, Jørgen Niclasen kallar uppraðfestingar, er í allarbesta føri at halda tørn, eru tað onnur tingfólk, sum tvíhalda um. Tí ivist eg í um tingfólk reiðiliga vita, hvat liggur í játtanarkarmunum og tað kann elva til so mikið av órógv, at løgmaður kann útskriva val, áðrenn vit vita, sigur løgtingsmaðurin fyri Sjálvstýrisflokkin