Hevur mist hugin til politikk

Bjørn á Heygum fer heldur ikki at stilla upp til løgtingsvalið hesuferð


Bjørn á Heygum fer ikki at stilla upp til Løgtingsvalið.
Tað er ein avgerð, sum hann hevur gjørt sær greitt.
Hann sigur, at hann hevur fingið áheitan um at stilla upp, men at hann hevur gjørt bæði sær sjálvum og sambandsflokkinum greitt, at hann stillar ikki uppaftur.
Hann sigur, at hann hevur so nógv at gera í privata virki sínum sum sakførari, at hann hevur ikki umstøður til at fáast við politikk.
?Eg havi heldur ikki hug til politikk, sigur hann.
Bjørn á Heygum var tingmaður í Suðurstreymoy fyri sambandsflokkin frá 1994 til 1998. Men tað skerst heldur ikki burtur, at hann ógvuliga umstríddur tingmaður. Hann var javnan og savnan í andstøðu til formansskapin í sambandsflokkinum og í 1998, stillaði hann ikki uppaftur