Hevur man vita so galið

-

Hevur man vita so galið. Nú hava føroyingar tríggjar møguleikar í at velja. Í hvussu so er, tá talan er um at velja útvarpsrás. Tí Útvarp Føroya er ikki longur einasta útvarpsrásin í landinum. Fyri stuttum fór Rás 2 at senda, og í farnu viku fór Lindin í luftina á fyrsta sinni.

Men er grundarlag veruliga fyri trimum útvarpsstøðum í Føroyum?. Nei, eg veit ikki.

Atlantic Radio skuldi jú eiini fíggjast við lýsingapeningi, men tað søguna kenna vit øll. Og forrestin, so metti heimskenda fyritøkan Mc Donalds, at grundarlag var ikki fyri at lata upp eitt Mc Donalds í Føroyum, tí fólkatalið var ikki nóg stórt.

Útvarp Føroya hevur verið fastur partur av dagligdegnum nú í fleiri harrans ár, men eg loyvi mær at ivast í, um Rás 2 og Lindin eisini koma at verða tað.

Torført er at taka dagar í millum, hvør av hesum báðum støðum kemur at standa seg betur, men vænti at Lindi fer at draga longra stráið, tá saman um kemur. Tað eru nógv ung trúgvandi í Føroyum, og ikki er altíð at so nógv verður gjørt fyri hesi. Men kanska er Lindin eitt satt ljóspunkt á vegnum.

Av øðrum tilfari í blaðnum í dag kunnu vit nevna teir fastu tættirnar, so sum hitlistar, svara so og fløguummæli.

Í farnu viku vóru vit og vitjaðu nakrar 10. flokksnæmingar í Havn og spurdu tey nakrar spurningar.

Millum annað spurdu vit, um hvat tey halda um ætlanirnar hjá samgonguni, um at skipa Føroyar sum fullveldi. Svørini vóru skakandi. Ikki tí. Meiningarnar vóru nógvar, bæði fyri og ímóti fullveldinum, men vit fingu líka sum ein varhuga av, at tey ikki hava gjørt sær nakrar tankar um júst henda spurning. Harragud, tað er jú teirra/ tykkara og okkara framtíð, sum stendur og fellur við fullveldismálinum.