Hevur malið í Koltri í skjótt 23 ár

Motorurin, sum forsýnar Koltur við el, varð fyrstu ferð startaður í mai mánaði í 1995, men nú er hann troyttur og slitin og skal skiftast út.

Eins og tær allar smæstu oyggjarnar, er Koltur eisini avskorin frá landsdekkandi netinum hjá SEV.

 

- Eins og aðrastaðni fingu koltursfólk sær el - helst í fimmtiárunum - tá vanligt var, at hvørt hús ella býlingur hevði sín egna motor, sum varð startaður eftir tørvi. Mær er sagt, at núverandi verk við felags motori og generatori er bygt seinast í sjeytiárunum.

 

Tað sigur Bjørn Patursson, fyristøðumaður í Koltri, sum herfyri legði út nakrar reglur og myndir á Facebook-síðuna Koltur.

 

Fyristøðumaðurin vísir á, at tá tey komu út í Koltur í 1994, var táverandi motorur slitin og óstøðugur. Tá varð ein Deutz F3L912GEN settur upp og startaður fyrstu ferð hin 17. mai í 1995.

 

- Hesin vælsignaði Deutz’urin hevur nú koyrt í skjótt 23 ár ella umleið 180.000 tímar. Nú er hann eisini troyttur og slitin, og SEV hevur gjørt av at útvega ein nýggjan motor, sum ætlandi skal setast upp í vár.

 

Henda dagin, Bjørn Patursson legði hesar reglur og myndir út á Kolturs-síðuna, sigur hann soleiðis:

 

- Í dag mundi vera umleið tveyhundrað og hálvfjersinstjúgunda ferðin, at smyrjiolja og filtur eru skift á verkinum, sum nú av álvara nærkast pensjónsaldri, sigur fyristøðumaðurin skemtiliga.