Hevur loyst seg at landað í Sandoynni

Nú Nornagestur og Kolumbus verða seldir av Sandoynni, er spurningurin, hvar skipini, sum hava verið ein týðandi partur av ráfiskagrundarlagnum undir virkjunum í oynni, fara at leggja veiðina upp

Fiskivinna

- Nei, nú er slutt. Vit selja skipini, men enn er sølan ikki undirskrivað.
Soleiðis sigur Edvard Nicodemusen á Sandi, sum saman við øðrum eigur partrolararnar, Nornagest og Kolumbus.
Skipini, sum í fleiri ár hava verið ein týðandi partur av grundarlagnum undir virkjunum í Sandoynni, verða nú seld til Vestmannar.
Keyparar eru vestmenningarnir, Dánjal Jacobsen og Tummas Christoffersen, sum frammanundan eiga ávikavist Vesturbúgvan og Vestmenning og Fram.
- Enn er endaliga avtalan ikki undirskrivað, men skipini verða nú seld vestmenningunum, staðfestir Edvard Nicodemusen, sum vísir á, at skipini fara at halda fram í teirri veiði, tey eru í.
Edvard dugir tó ikki at siga, hvar skipini fara at landa, tá ið sølan er vorðin endalig.

Loysir seg
Andreas F. Hansen, sum er virkisleiðari á virkjunum hjá Sandoy Seafood, ásannar, at trolararnir, Nornagestur og Kolumbus, hava havt stóran týdning fyri ráfiskatilgongdina hjá virkjunum í oynni.
- Saman við Eysturbúgvanum, hava landingarnar hjá Nornagesti og Kolumbussi verið høvuðsgrundarlagið undir ráfiskatilgongdini, men virkini hava eisini keypt fisk aðrastaðni.
Seinast, Nornagestur og Kolumbus landaðu á Sandi, var
mánadagin, tá ið skipini høvdu umleið 300.000 pund tilsamans.
- Men hesin túrurin var heldur langur, sigur Andreas.
Virkisleiðarin á Sandoy Seafood vísir á, at eingin fær nakað fyri einki, og hugsandi er tí ikki, at Nornagestur og Kolumbus hava landað á Sandi seinastu árini  bara tí, at sandoyingar eiga skipini.
- Úrslitini vísa, at tað hevur loyst seg hjá skipunum at landa veiðina til Sandoy Seafood.
Andreas sigur, at tá ið túrarnir stundum eru langir, er tað ein fyrimunur hjá skipum at landa til virkir, sum bæði kunnu virka fiskin til flak og salta.
- Eru túrarnir langir um summarið, kann allur fiskurin ikki virkast til flak, og tá er tað heppið - bæði fyri okkum og skipini, at vit eisini kunnu salta tann partin, sum er ov gamal til flakaskeringar.
Virkisleiðarin vísir á, at soleiðis kunnu skipini selja alla veiðina til Sandoy Seafood við rímiliga góðum úrsliti.
- Eg trúgvi, at samstarvið, sum hevur verið millum reiðaríið hjá Nornagesti og Kolumbussi øðrumegin og Sandoy Seafood hinumegin, hevur verið skilagott og avgjørt hevur tænt báðum pørtum.

Nógvur saltfiskur
Andreas F. Hansen sigur, at framleiðslan á virkinum í Skopun hevur ligið still tvær vikur í summar, men eingin steðgur hevur verið á virkinum á Sandi.
- Vit hava saltað nógvan upsa á Sandi í summar, og fitt av arbeiði hevur eisini verið í Skopun.
Virkisleiðarin sigur, at meginparturin av ráfiskinum hjá Sandoy Seafood er upsi.
- Vit arbeiða eisini nakað av hýsu, men lítið og einki er av toski, sigur Andreas F. Hansen.