Finnleif Guttesen, Tvøroyri
Nú valið nærkast, hava SVF og ÚF borið sera einsrættað tíðindi frá og fyri einstakar løgtingslimir, og kann hetta bert tulkast, sum ókeypis propaganda fyri hesar.
ÚF varpar “stórtíðindi” frá løgtingslimi á Sandoynni, tíðindavirðið er sum ein sápubløðra, men løgtingslimurin úr Tjóðveldisflokkinum fær ókeypis propaganda frá Kringvarpinum.
Ein varaløgtingslimur úr Suðurstreymoy, kanska meira tjóðskaparsinnaður enn nakar tjóðveldismaður, fær bæði SVF og ÚF upp úr stólinum, tí Merkið kanska skal hevjast í húnar hátt, saman við Dannebrog í Íslandi. Eitt mál, ið er blást upp av tíðindafólkunum í Kringvarpinum og geva hervið hesum eina varaløgtingslimið nógva ókeypis propagandu.
Tíðindafólkini blíva við at røra í grýtuni við at siga sendistova ístaðin fyri umboðsstovu og halda seg ikki til veruleikan við beráddum huga, ein kann spyrja hví? - Hvat liggur aftanfyri?
Morgunsendingin skal hava ráð um krímsjúku og einasti lækni teir finna í øllum Føroyum, er løgið nokk, formaðurin í Miðflokkinum, ið hervið sjálvsagt fær ókeypis propagandu frá Kringvarpinum.
Politikarar hava ikki greiðar meiningar, tað hava teir ikki dirvi til, tað vita øll. Ístaðin fyri at argumentera, so misbrúka teir kenslurnar hjá fólki við at pakka sínar meiningar inn í flaggið og einstakir politikarar eru so úthálaðir, at teir eisini pakka sínar meiningar, bæði inn í flaggið og halgubók.
Tíverri fáa hesir politikarar, tíðindafólkini upp í sín vogn, og man kann bert staðfesta, at tíðindafólk eru IKKI óparttísk, tey royna kanska, men!!