Higartil hevur tað kostað yvir eina hálva millión at endurstovna Landsbankan.
Tað staðfestir Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Bjørn Kalsø, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hana, hvussu nógv, Landsbankin hevur kostað higartil.
Kristina Háfoss sigur, at tá ið stjóri varð settur, brúkti nevndin ein uttanhýsis ráðgevara, sum stóð fyri øllum arbeiðnum og tað arbeiðið kostaði 90.500 krónur.
Og síðani Landsbankin varð stovnaður, hevur nevndin fingið tilsamans 303.000 krónur í nevndarsamsýningum og harafturat koma arbeiðsmarknaðargjøld upp á 12.760 krónur.
Harafturat hevur Landsbankin havt 134.000 krónur í útreiðslum til ymiskar fakskipanir, og peningur er eisini nýttur í sambandi við, at Landsbankin skjótt flytur í egin høli. Afturat hesum kemur so mvg.
Hinvegin hevur landskassin eisini spart nakað av pengum, tí samstundis varð Gjaldstovuráðið niðurlagt og allar útreiðslurnar til tað fullu sostatt burtur, tá landsbankanevndin tók við.
Tá ið Landsbankin varð niðurlagdur, vórðu starvsfólk og vitan á fíggjarliga økinum, spjadd á ymsar stovnar, og tað hevur fyrisitingin brúkt tíð og orku til.
– Seinasta fíggjarkreppan staðfestið annars, at fíggjarligu eftirlitsstovnarnir vóru ov veikir og høvdu eftirlit við ov avmarkaðum viðurskiftum. Samstundis hava kreppurnar seinastu árini, kostað samfelagnum nógv, sigur Kristina Háfoss.
Tey virði, føroyska samfelagið hevur mist av undanfarnum fíggjarkreppum, og sum vit missa í framtíðar fíggjarkreppum - kunnu als ikki sammetast við tær útreiðslur, ið landið hevur av at hava ein Landsbanka og eitt fíggjarligt váðaráð, sigur landsstýriskvinnan.