Fyri ikki so langari tíð síðani, vóru føroyingar á sangferð í Onglandi. Tá Jack Crow hoyrdi, at føroyingar vóru har, gjørdi hann saman við konuni av at fara og seta seg í samband við teir. Jack er upprunaliga úr London, men býr nú í Cambridge.
Jack var hermaður í Føroyum undir seinna heimsbardaga. Hann var vesturi í Vágum. Hann kom í 1942 og var í góðar 17 mánaðir. Sum vanligt var tá, so komu ensku hermenninir at búgva inni hjá fólki fyrstu tíðina, har rúm vórðu leigað til teirra. Jack kom at búgva hjá Theodor og Elisabeth Dam í Sandavági. So væl dámdi honum hjá teimum, at hann var har alla tíð sína í Føroyum, hóast hinir fluttu aðrastaðir at búgva, so hvørt sum hermenninir funnu seg til sættis.
Jack setti seg í samband við Alexander Samuelsen, sum var við á ferðini í Onglandi.
- Vit sungu í Onglandi fyri einum ári síðani og vórðu boðin aftur í ár. Vit sungu í ár í Withby í Norður Onglandi. Jack hevði sæð eitt uppslag um hettaá einum campingplássi, ella okkurt tílíkt, og gjørdi av at koma. Vit gjørdust vinir, har hann kom við føroysku húgvuni, sum hann hevði fingið, tá hann var í Føroyum, sigur Alexander Samuelsen, sum beyð Jack til Føroya.
Jack spurdi Alexander, um hann kendi hesi fólkini í Sandavági, sum hann hevði búð hjá. Tað gjørdi hesin ikki, men lovaði tó at kanna málið.
Alexander, sum vit kenna frá Víngarðinum í ÚF, har hann eisini hevur havt prát við Jack, fann útav, at vertirnir hjá Jack undir seinna heimsbardaga liva ikki longur. Alexander beyð Jack at vitja í Føroym og hann setti seg í samband við eftirkomararnar hjá Theodor og Elisabeth Dam.
Hóast hetta var heldur sorgblítt hjá Jack at frætta, at fólkini hann búði hjá ikki longur eru á lívi, so kom í lag, at Jack kom at vitja børn og barnabørn hjá Theodor og Elisabeth Dam. Og áhugavert og kensluborið hevur verið hjá báðum pørtum, tí eisini børn og barnabørn hava hoyrt frásagt um enska hermannin. Fyrstu dagarnar á ferðini vóru Jack og Iris í Havn, men síðani varð farið vestur í Vágarnar.
Jack og Iris Crow hava verið sera fegin um at hitta eftirkomararnar og at vitja her, ið Jack var sum hermaður. Jack sjálvur hevur tó ikki lagt stórsta dentin á at vitja støðini og hesi hava ikki havt hansara størsta áhuga. Heldur er hann komin aftur fyri at vitja fólkið og eftirkomarar hjá teimum, ið vístu honum stórt gestablídni.
Jack var eisini sendur aðrastaðni sum hermaður undir seinna heimsbardaga, men tað eru bert Føroyar, ið hann ikki hevur vitjað aftur. Men nú hevur hann so verið. Og nógv er eisini broytt, síðani hann var í Føroyum fyri eini 57 árum síðani. Hann var tá 26 ára gamal. Tá var einki ravmagn og bilar vóru eingir í Vágum, uttan onkur lastbilur hjá ensku hermonnunum. So ei undir í, at Jack hevur ilt við at kenna seg aftur, hóast fjøll og firðir eru tey somu. Og sum hann sigur, so er t.d. Sørvágs bygd hin sama, bert nógv størri.
Jack og Iris Crow fóru avstað aftur úr Føroyum mánadagin 10 juli.