TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá HB, Sigfríð S. Clementsen, sum sá sínar menn spæla javnleik 0-0 ímóti Skála á útivølli í dag.
Sigfríður S. Clementsen helt, at talan var um ein sera keðiligan dyst, sum var mest átøkur einum venjingardysti. Hann sá bara ein stóran málmøguleika í part til bæði liðini.
Sigfríður S. Clementsen verður ikki høvuðsvenjari hjá HB komandi kappingarár. Hann sigur, at hann hevur enn ikki tikið avgerð um hvør fótbóltsframtíð bíðar honum.