Sosialurin 5. august 2024
Løgtingið samtykti fyrr í ár eitt uppskot til samtyktar um at loyva kommunum at seta vakmyndatól upp. Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, tekur samtyktina til eftirtektar, og sær fyri sær, at ein tíðaravmarkað royndarskipan kann verða sett í verk. Men hetta hevur ikki skund, og onnur mál hava hægri raðfesting
Orðaskiftið um vakmyndatól hevur aftur tikið seg upp. Tá ið hundratals kroatiskir fótbóltsfjepparar – ella hooligans, sum onkur vildi rópt teir – komu til Føroyar at hyggja eftir dystinum millum HB og Hajduk Split, so skapti tað nakað av ruðulleika í Havnini. Kroatisku fjeppararnir gjørdu herverk, tóku rúsevni uttanfyri barrirnar og loyptu yvirhøvur ótta á fólk, har teir ferðaðust. Fleiri førdu í hesum sambandi fram, at við vakmyndatólum hevði verið lætt at staðfest, hvørjir brotsmennirnir vóru, og drigið teir til svars fyri síni lógarbrot.
Fyrr í ár samtykti Løgtingið eitt uppskot til samtyktar hjá Sambandsflokkinum at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól á serliga útsettum støðum í býarlívinum.
Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni К. Petersen, fer tó ikki í skundi at loyva kommunum at seta vakmyndatól upp.
– Eg taki samtyktina hjá løgtinginum til eftirtektar, men hetta er ikki eitt mál, sum er frammarliga í røðini hjá okkum í Løgmálaráðnum. Vit hava nógv mál á skránni – millum annað alt, sum hevur við útlendingamál at gera – so hetta hevur ikki høga raðfesting beint nú.
Eigur at verða gjørt sum royndarskipan
Landsstýrismaðurin sigur, at ein heimild at seta vakmyndatól upp átti at verið givin í eini royndarskipan, og ikki sum ein standandi heimild. So kundi ein eftirmeting verið gjørd, har staðfest verður, um fyrimunirnir standa mát við inntrivið í privatlívið.
Hann vísir tó á, at kriminalfyribyrgjandi ráðið í Danmark hevur staðfest, at vakmyndatól ikki kunnu fyribyrgja harðskapsmálum, sum verða framd í sinnismuni, so harðskapsmál í náttarlívinum hvørva neyvan, um vakmyndatólk koma upp.
Landsstýrismaðurin vísir eisini á, at um endamálið við vakmyndatólum er at hjálpa løgregluni at uppklára mál, so er ivasamt, hvønn mun tey fara gera. Fimm harðskapsmál í Havn blivu ikki uppklárað í fjør, og tann harðskapurin varð útintur á millum annað Skálatrøð og Djóna í Geils gøtu, og tí høvdu vakmyndatól uttanfyri skeinkistøðini ikki hjálpt løgregluni at uppklára hesi málini.
– Eg kann tí stúra fyri, at hetta verður ein blankokekkur at seta vakmyndatól upp á hvørjum hornið, tí at fólk fara at krevja, at vakmyndatól verða sett upp allastaðni, har brotsverk verða framd, og ikki bert í ábærum støðum í náttarlívinum.
Bjarni K. Petersen leggur eisini áherðslu á, at vit mugu virða og verja privatlívið hjá borgaranum. Hann vísir á, at Dimmalætting herfyri avdúkaði, at fleiri óviðkomandi starvsfólk hjá løgregluni høvdu fingið innlit í eitt mál, tey als ikki áttu at fingið.
– Vit mugu tryggja okkum, at skipanin ikki verður misbrúkt, og at óviðkomandi fólk undir ongum umstøðum kunnu fáa innlit í tilfarið.
Er orsøkin til, at hetta málið ikki fær høga raðfesting, at tú persónliga ert hugsjónarliga ósamdur við tankanum um vakmyndatól?
– Eg taki sum nevnt samtyktina til eftirtektar, og eg havi sum landsstýrismaður til uppgávis at útinna vilja Løgtingsins. Men eitt stórt arbeiði skal í gongd, og nógv skal kannast, áðrenn hetta málið er klárt, og vit hava nógv annað á borðinum, sum hevur forrætt – til dømis útlenindgaøki, men eisini ymiskt annað. Hetta raðfesti eg hægri, og tí sleppur hetta við vakmyndatólum ikki framum í bíðirøðini.
Fleiri løgreglufólk í býnum og longri upplatingartíðir
Tá eg spyrji landsstýrismannin um, hvørji onnur átøk enn vakmyndatól kundu verið framd, soleiðis at fólk kenna seg tryggan – í náttarlívinum og í heila tikið – so hevur Bjarni K. Petersen tvey boð.
– Sjálvur haldi eg, at ein størri løgregluhjávera í náttarlívinum hevði verið minst líka fyribyrgjandi sum vakmyndatól, sigur Bjarni K. Petersen.
Hann undirstrikar tó, at Løgmálaráðið framvegis ikki er ovasti fyrisetti hjá løgregluni, sum vísir til Justitsministeriet. Tí fær hann ikki givið løgregluni boð um, hvussu hon skal arbeiða ella skipa seg.
Bjarni vísir á, at at vakmyndatól í grundini kunnu skapa ein falskan tryggleika, tí at fólk kunnu velja at setast aftur og gerast passiv, um tey heldur enn at leggja seg uppí eina illstøðu hugsa, at løgreglan fer at loysa hetta seinni við einum vakmyndatóli.
Hitt uppskotið hjá Bjarna K. Petersen er at lata barrir og dansistøð hava longri opið.
– Ein av orsøkunum til, at tað kemur til illstøðu í býarlívinum, er at fólk verða koyrd út ov tíðliga. Hetta hava tey, sum eiga og reka dansistøð og vertshús í náttarlívinum ført fram, so ein loysn kundi verið at latið hesi støðini havt opið longri, sigur landsstýrismaðurin.