Málið um at gera tunlar Norður um Fjall eigur at verða lagt fyri Løgtingið av nýggjum. Tað heldur Jónleif Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.
Tað eru annars 10 ár síðani, at løgtingið samtykti lógina um at gera tunlarnar Norður um Fjall, og sjálv projektið hevur ligið klárt í samfullu níggju ár. Men tunlarnir vórðu ongantíð gjørdir, tí samgongan, sum tá sat, slepti ætlanini og vildi heldur gera tunnil til Viðareiðis ístaðin.
Síðani hava tunlarnir Norður um Fjall verið eitt afturvendandi kjakevni í politikki, og tað seinasta er, at semja er í samgonguni um, farast skal undir tunlarnar Norður um fjall beinanvegin tað er liðugt at bora nýggja Hvalbiartunnilin.
Gongst tað avbera væl at bora tunnilin til Hvalbiar, eru útlit sostatt fyri, at farast kann undir tunlarnar Norður um Fjall um hálvtannað ár, ella gott tað. Jónleif Johannesen sigur, at sostatt verða tunlarnir framskundaðir í kanska tvey ár.
Hann vísir á, at hetta er eitt mál, samgongan er samd um. Men kortini hevur hann kanska ikki heilt álit á munnligum lyftum frá samgonguni, tí hann heldur, at lógin um at gera tunlar Norður um Fjall, eigur at verða lagt fyri Løgtingið eina ferð afturat.
Og endamálið við tí skal vera at broyta lógina og at seta tað beinleiðis í lógina, at arbeiðið at bora teir skal byrja beinanvegin tað er liðugt at bora í Hvalba.
– Vit eiga at fáa eina púra greiða lóg, sum framskundar arbeiðið, og sum eisini andstøðan kann taka undir við, sigur løgtingsmaðurin.










