Hevur hoyrt fyri tað

Líka síðani minniliga kvøldið í Hannover fyri skjótt 10 árum síðani, hevur Hjalgrím Elttør hoyrt fyri stóra kjansin, hann fekk ímóti endanum til at javna til 2-2

Sjey minuttir vóru eftir av dystinum í Hannover mikukvøldið 16. oktober í 2002, tá Jákup Mikkelsen sendi bóltin langt fram á vøllin, har John Petersen fekk forlongt eitt sindur, og so setti Hjalgrím Elttør ferð á. Tann tá 19 ára gamli klaksvíkingurin hevði munin á Jens Jeremias, og tá so heimsins besti málverji, Oliver Kahn kom út ímóti, lyfti Hjalgrím bóltin fram við Kahn – men ólukkutíð á uttaru síðu á stongini.
– Hatta er sjálvandi ein løta, sum eg altíð fari at minnast. Eg var ungur og akkurát komin inn í lands­liðs­hitan, so sjálvandi var tað stórt at vera so nær við at tryggja Føroyum annað stigið. Men tað var nú spell, at tað ikki eydnaðist, tí hesin kjansurin hevur verið iva­leysa nógv umrøddur síðani tá, sig­ur Hjalgrím Elttør.
– Fái eg møguleikan aftur hesa ferð, so vóni eg, at eg fái ein líknandi málkjans, so eg kann gera tað gott aftur. Tað vísir seg, at tá nógv hoyra um Hjalgrím Elttør, so hugsa tey fyrst og fremst um henda kjansin fyri 10 árum síðani og seta meg í samband við hann. Og sum eg skilji, eru tað øgiliga nógv, ið hava ilt av, at hasin bólturin ikki fór inn, so eg vóni, at eg kann gera tað gott aftur. Men eg havi við árunum lært meg at liva við hesum og at minnast tað sum eina positiva uppliving.

Spøkir aftur nú
Men Hjalgrím viðgongur sam­stundis, at tað mangan hevur verið »droytt« at skula hoyra aftur og aftur um hasa ferðina, tá bólturin rakti stongina og ikki fór inn, heldur enn at hoyra um okkurt av teimum mongu málunum, hann altso hevur skotið millum ár og dag.
– Serliga tey fyrstu árini hoyrdi eg nógv fyri hatta, til tað so aftur líkasum legði seg stilt aftur og eg ikki so ofta bleiv mintur á tað. Men nú vit aftur komu í bólk saman við Týsklandi, so spøkir hasin kjans­urin aftur nú, sigur Hjalgrím, ið eisini sjálvur meira enn eina ferð hevur undrast á, hvat kundi komið burturúr, um hasin bólturin fór inn.
– Fótbóltur er jú soleiðis, at um eg skoraði handa dagin, so er ikki til at siga, hvussu mín fótbóltskarriera hevði sæð út. Og tað fáa vit heldur ongantíð at vita, men eg kann tann dag í dag bara siga, at eg royndi at gera tað rætta, men tíverri fór bólt­urin bara á stongina og ikki inn.
Nú hann aftur er við í Hannover, tí Føroyar skulu spæla ímóti Týsk­landi, ásannar hann, at týska liðið helst er sterkari nú, enn tað var tá.
– Seinnu árini hevur týska lands­liðið ment seg nógv og spælir betur fótbólt, so tað verður ikki lættari hjá okkum at fáa eitt gott úrslit. Eg vil siga tað soleiðis, at fáa vit sama úrslit sum síðst, so er tað gott, og megna vit so at fáa ein javnleik, er tað ein sensatión, sigur Hjalgrím Elttør.