Hevur gjørt el umborð á 38 alibátum

- Samstarvið við KJ byrjaði longu í tíðini hjá Kára Johannesen, sála, sigur Petur Frank Joensen á Eiði.

Petur Frank Joensen, sum er útbúgvin elektrikari og el-instalatørur, eigur og rekur el-fyritøkuna á Eiði,  PFJ-El. Hann hevur drúgvar royndir innan el-fakið og hevur bæði arbeitt í Føroyum og í Danmark.

 

Eftir at hava búð í Danmark í nøkur ár, flutti familjan heimaftur til Føroya at búgva í 1997, men í eina tíð eftir hetta arbeiddi hann í Danmark og ferðaðist ímillum.

 

Tað var stutt eftir, at tey vóru flutt heimaftur til Føroya at búgva, at hann stovnaði sína egnu fyritøku, og tey fyrstu árini arbeiddi hann í kjallaranum heima við hús.

 

Seinni hevur virksemið hjá fyritøkuni verið í einum bygningi niðri við havnalagið á Eiði, har umstøður eru munandi betri, og har eisini er pláss fyri stórari vørugoymslu.

 

Petur Frank sigur, at fyritøkan hjá honum eitt nú hevur gjørt alt el-arbeiði umborð á øllum alibátunum, sum KJ Hydraulik hevur bygt - og eisini teimum bátum, sum í sínari tíð vórðu bygdir á Eiði. Talan er um 38 alibátar tilsamans.

 

- Samstarvið byrjaði longu í tíðini hjá Kára Johannesen, sála, og hetta var longu, meðan eg var í læru sum elektrikari. Seinni hevur so samstarvið verið við eftirmannin hjá Kára, Ólav Asafsson Olsen.

 

Petur Frank Joensen sigur, at samstarvið KJ Hydraulik hevur verið gott, og Sp/f PFJ-EL hevur bæði gjørt talvur og allar el-instalatiónir umborð á hesum bátum.