Hevur gjørt botnkanningar á Brugdu-leiðini fyri Statoil

Fyribils staðfestingin hjá Biofar er, at botnurin á Brugduleiðini, har borað verður, er gullreinur, og tað er ikki annað enn væntandi so langt til havs. Botnurin er við øðrum orðum soleiðis, sum hann eigur at vera. - Tað rekur rímiliga hart á leiðini og tilfarið, sum liggur oman á havbotninum, liggur ógvuliga samanstúgað sum mógvur ella leiður við størri grúsi ímillum, sigur Jógvan Fróði Hansen, sum hevði væntað, at tað fór at vera meira spennandi at síggja dýralívið í botntilfarinum á slíkum dýpi og so langt til havs

Botnkanningar

Statoil, sum er fyristøðufelagið aftanfyri boringina á føroyska landgrunninum í løtuni, hevur biðið Havlívfrøðiligu Royndarstøðina, Biofar í Kaldbak, um at gera botnkanningar á Brugdu-leiðini - fyri boringina og eftir, at boringin er liðug.
Tær fyrru kanningarnar eru gjørdar, og nú verður bíðað eftir, at boringin er liðug, soleiðis at tær seinnu kanningarnar kunnu gerast.

Umfatandi kanningar
Fýra fólk, sum dagliga starvast hjá Biofar, fóru við supply-skipinum, Normand Mjolne, út á leiðina, har tey vóru í fýra dagar.
Tey fýra, sum vóru við á ferðini, vóru trý mannfólk og eitt konufólk.
Toktleiðari var Ámundur Nolsø, sum er biologur, Regin Joensen, lívfrøðingur, Jógvan Fróði Hansen og Ása Johannesen, ið starvast sum assistentar á Biofar.
Á ferðini vóru tey fýra mynstraði sum partur av manningini, men uppgávan hjá teimum var bert at gera nevndu botnkanningar fyri oljufeløgini.
- Endamálið hjá okkum er at staðfesta, um broytingar eru farnar fram í botnviðurskiftunum, meðan borað hevur verið, sigur Jógvan Fróði Hansen, sum Sosialurin hevur tosað við.
Hann sigur, at kanningarnar úti á Brugdu-leiðini vóru meira umfatandi enn tær kanningar, sum Biofar vanliga ger inni á føroysku firðunum.
- Botnviðurskiftini vórðu í hesum førinum kannað fyri nógv meira, sigur hann.
Væl egnað skip
Á kanningarferðini hevði Biofar sína egnu útgerð við í eini bingju, ið samstundis varð brúkt sum kanningarstova og skrivstovuhøli.
- Supply-skipið, Normand Mjolne, er sera væl egnað til hesar kanningar. Skipið er stórt og hevur gott dekspláss. Tað hevur eisini slíka maskinútgerð, sum ger tað møguligt hjá skipinum at liggja stilt á ávísari positión.
Jógvan Fróði sigur, at hevði skipið ikki kunnað ligið á ávísari positión, høvdu royndirnar tikið tvífalt so langa tíð, sum tær gjørdu. Meðan Biofar gjørdi botnkanningarnar, røkti skipið samstundis sína uppgávu sum supply-skip.
- Dýpið, har kanningarnar vórðu gjørdar, er einar 480 metrar, og tað er meira, enn vit eru vanir við inni á føroysku firðunum. Tað tekur soleiðis umleið ein hálvan tíma at lora útgerðina niður á botn og ein hálvan tíma at hála hana uppaftur. Miseydnast onkur royndin, tí steinur legst ímillum, er neyðugt at gera royndina umaftur. Soleiðis er nógv bíðitíð, meðan útgerðin gongur aftur og fram, sigur hann.

Blíðir og hjálpsamir
Umborð á Normand Mjolne vóru teir bæði blíðir og hjálpsamir.
Undir botnkanningunum tók Biofar seks ymiskar støðir við átta royndum á hvørji støð. Úr hvørji royndini, vórðu fleiri stakar royndir tiknar.
- Manningin umborð á supply-skipinum hjálpti okkum at passa spæl og krana, sigur Jógvan Fróði.
Tað tekur einar sjey tímar at sigla út á Brugdu-leiðina, og manningin hjá Biofar var umborð á skipinum í umleið ein dag eftir, at allar royndirnar, sum tey skuldu gera, vóru lidnar. Síðan bar leiðin aftur til lands.
- Tað eitur, at tær fyrru royndirnar skulu gerast, áðrenn boringin byrjar og tær seinnu, tá ið boringin er liðug. Eftir ætlanini skulu vit útaftur á Brugdu-leiðina síðst í næstu viku, men tað er ikki vist, at hetta heldur, sigur hann.

Botnurin reinur
Av royndunum, sum Biofar tók á Brugdu-leiðini, er onkrar kanningar longu gjørdar umborð á skipinum. Aðrar kanningar verða so gjørdar seinni.
- Vit hava eitt nú mátað ph-redox, sum tað eitur, og eisini verður tilfarið á botninum kannað fyri dýralív. Dýrini verða koyrd í formalin og hugt verður eisini eftir hesum seinni. Kemisku royndirnar verða kannaðar á kanningarstovu.
Jógvan Fróði heldur ikki, at kemikaliir verða brúkt til slíkar royndarboringar, men skuldi tað hent, at olja við tíðini verður útvunnin á hesi leið, kann vera, at nøkur "virðir" sum frá líður fara at gerast hægri, enn tey eru í dag.
Fyribils staðfestingin hjá Biofar er, at botnurin á Brugduleiðini, har royndarborað verður, er gullreinur, og tað er ikki annað enn væntandi. Botnurin er við øðrum orðum soleiðis, sum hann eigur at vera.

Lítið dýralív
- Tað rekur rímiliga hart á leiðini og tilfarið, sum liggur oman á havbotninum, liggur ógvuliga samanstúgað sum mógvur ella leiður við størri grúsi ímillum.
Jógvan Fróði sigur, at undir slíkum umstøðum sleppa tey smáu sandkornini ikki at liggja í frið, og tí verður tað annað tilfar, sum liggur eftir.
- Eg væntandi, at tað fór at vera meira spennandi at síggja dýralívið í botntilfarinum, men her vóru ikki nógv dýr at síggja. Væntandi er tó, at fleiri dýr fara at síggjast, tá ið tilfarið verður lagt undir sjóneyku, sigur hann.

Á trygdarskeið
Krøvini umborð á einum supply-skipi eru strong, og hetta fekk manningin hjá Biofar eisini at sanna, meðan tey vóru umborð á Normand Mjolne.
- Vit fingu at vita frá skiparanum, at vit skuldu fara á trygdarskeið, áðrenn vit komu umborð aftur á supply-skipið.
Soleiðis sendi Biofar sjey fólk á trygdarskeið í Klaksvík herfyri, seks mannfólk og eitt konufólk. Skeiðið gevur teimum luttakandi eitt plastikkort, sum er á stødd við eitt visakort. Trygdarskeiðið er galdandi í nøkur ár og síðan skal tað endurnýggjast.
- Vit tóku skeiðið saman. Tann teoretiski parturin fór fram á Biofar, meðan tann praktiski parturin fór fram á Trygdarmiðstøðini í Klaksvík, sigur Jógvan Fróði.
Hann heldur, at tað sum heild gekk væl hjá manningini hjá Biofar at fáa skeiðið í hús.
- Elstur av okkum var Guttormur Djurhuus, sum fyrsta dagin fyllir 71, og hann megnaði eisini at venda bjargingarbátinum, sum lá við botninum uppeftir.
Guttormur Djurhuus hevur í fleiri ár verið knýttur at Biofar, men er nú so smátt farin at rigga av.
Og tó; tá ið Sosialurin ringdi á Biofar stundisliga í morgun, tók hann telefonina!
So, hann er ikki givin heilt, enn.

Betri fyri
Jógvan Fróði Hansen heldur, at trygdarskeiðið er gott at fáa í hús hjá manningini á Biofar.
- Hetta ger okkum betri fyri og tryggari eisini, tá ið vit eru úti við Biofarinum, sum er báturin, ið vit regluliga brúka til botnkanningar, sigur hann.