Hevur Gallup selt sítt trúvirði?

Helgi Abrahamsen


Eg havi fyrr víst á, í eini blaðgrein, at politikarar hava í ávísum førum drigið embætisfólk og aðrar serfrøðingar inn í politiska kjakið, fyri harvið at geva teirra politiska boðskapi størri trúvirði. Men trupulleikin við hesum er, at trúvirði hjá serfrøðingunum sjálvum minkar líka nógv sum tað økist hjá politikarunum, tá slíkt verður gjørt. Nú sær út til, at hetta sama er við at henda við stovninum Gallup Føroyar.


Tjóðveldisflokkurin kunngjørdi í farnu viku eina veljarakanning, sum Gallup Føroyar hevur lagt navn til. Ikki kann sigast, at kanningin er góð fyri andstøðuna á tingi, tí hóast nógv orka er løgd í at seta samgonguflokkarnar í ringt ljós tey seinastu árini, so varðveitir samgongan í kanningini øll síni 21 umboð á tingi. Einasta broytingin í floksbýtinum er, at tann eini andstøðuflokkurin tekur ein tingmann frá einum øðrum andstøðuflokki.
Men av tí at tað er Tjóðveldisflokkurin, sum hevur latið kanningina gjørt, so er tað eisini hann sum sendir tíðindaskrivini út til fjølmiðlarnar um kanningina. Og har eydnast tað við væl valdum orðum, at gera úrslitið til ein stórsigur.

Skáka sær undan at spyrja um samband/loysing
Tað sum undrar meg mest við hesi kanningini, eru aðrir spurningar sum fólk hava fingið settar.
Sum spurningarnir eru orðaðir, er einki at ivast í, at tað er Tjóðveldisflokkurin, og ikki Gallup, sum hevur ført pennin, og tað er eisini hann sum velur út, hvørji úrslit skulu almannakunngerast og hvørji skulu haldast duld. Tað undrar meg til dømis, at hóast kanningin er gjørd í sambandi við at 60 ár eru liðin síðani fólkaatkvøðuna, so fáa vit einki at vita um, hvat fólk siga um spurningin um samband/loysing. Annaðhvørt eru tey ikki spurd, ella passa svarini ikki inn í tað, sum Tjóðveldisflokkurin ætlaði at brúka kanningina til.
Ístaðin fyri at fáa henda spurningin lýstan, verða aðrir torskildir spurningar, sum fólk ikki hava so sterka meining um, brúktir til at geva eina ábending um, at føroyingar helst vilja hava loysing. Ja Tjóðveldisflokkurin og Gallup fara so langt sum at pástanda, at 60% av veljarum Sambandsfloksins vilja hava loysing frá Danmark. Her burdi onkur klokka farið at ringt (í hvussu so er hjá Gallup). Og her er tað, at eg havi hug at spyrja, um Gallup hevur selt sítt trúvirði?

Keypa pláss í fjølmiðlunum
Størsta endamálið hjá Tjóðveldisflokkinum við at bíleggja kanningina, er uttan iva, at flokkurin við henni hevur roynt at tryggja sær nógv pláss í fjølmiðlunum dagarnar rundanum 14. september. Tann ætlanin sær út til at vera væl eydnað. Eg fari tí at spyrja útvarp, sjónvarp, og tíðindabløð, um aðrir flokkar eisini kunnu rokna við at fáa líka nógv pláss í tíðindunum, um teir gera eina slíka kanning. Um so er, so fara vit á skrivstovu Sambandsfloksins at biðja um at fáa eina veljarakanning gjørda stutt undan komandi løgtingsvali, og eg rokni við, at hinir flokkarnir eisini fara at gera tað sama.