Í 1966 varð Jógvan K. Mørkøre fyri fyrstu ferð valdur í kommunustýrið á Eiði, og har hevur hann sitið síðan við undantaki av tveimum skeiðum.
Eina ferð varð listin ógildugur, tí ein stillari var ov ungur, og eina aðra ferð vantaði ein atkvøða í eftir fínteljingina.
72 ára gamli Jógvan K. Mørkøre var ikki í iva, um hann skuldi stilla upp aftur til hetta kommunuvalið.
- Eg havi altíð havi havt nakað upp á hjarta, sigur Jógvan K. Mørkøre, og sum dømi um avrik nevnir hann, at Eiði einaferð var Best røkta bygd.
Jógvan K. Mørkøre sigur, at í kreppuárunum var Eiðis kommuna sera væl fyri fíggjarliga og hevði lágt skattaprosent. Nú er Eiðis kommuna næst ringast fyri í Eysturoynni við skuld við hægri skattaprosenti enn tá, og hetta ætlar hann at fáa skil á.
Eisini vil hann hava kommunustýrið at virka meira fyri kvaliteti enn fyri kvantiteti, men nevnir ikki, um hann sipar til nakað ávíst øki.