Hevur fingið sær bláu bók og tikið trygdarskeið

Meðan hann kom fyri seg eftir ein blóðtøpp og bypass-skurðviðgerð, avgjørdi Karsten Hansen, at hann skuldi taka trygdarskeiðið.

Karsten Hansen hevur í vetur fingið sær bæði bláu bók og trygdarskeið, men hann ætlar sær kortini ikki til skips.

 

Karsten Hansen hevur var valdur inn á løgting fyri Tjóðveldisflokkin í 2004, men skifti í 2008 til Miðflokkin. Hann var fíggjarmálaráðharri í 2008 og landsstýrismaður í heilsumálum frá 2011 til 2015, men á valinum 1. septembur í fjør eydnaðist tað honum ikki at vera afturvaldur. Við 206 persónligum atkvøðum endaði hann nummar trý á listanum hjá Miðflokkinum og er tí varamaður hjá Jenisi av Rana og Bill Justinussen.

 

Stutt eftir valið, 10. septembur, small hann tó um við einum blóðproppi.

- Tað kom sum eitt skot. Dagin fyri hevði eg verið á floti allan dagin, og tá eg vaknaði hendan morgunin, ætlaði eg at fara ein gongutúr norður á Enniberg. Eg fekk tó ongan at koma við mær og lukku tíð var tað, sigur hann. Karsten Hansen, konan og sonurin sótu í stovuni, tá hann fekk hjartatilburðin. Tá læknarnir kannaðu hann vísti tað seg, at eina hjartaæðrin var typt 70 prosent, meðan hinar tríggjar vóru yvir 90 prosent typtar. Karsten Hansen sigur, at læknarnir undraðust á, at hann yvirhøvur hevði orkað nakað.

 

Fýradupult bypass var loysnin hjá læknunum. Sjálvur skurðurin á Ríkissjúkrahúsinum gekk væl, men síðani komu ymiskar eftirsjúkur.

- Tað kom bruni í skurðin, eg fekk lungabruna og eg fekk vatn í lungini, so sjúkralegan gjørdist nakað longri enn væntað.

 

Tað var meðan hann var sjúkur, at Karsten Hansen tók avgerð um, at hann skuldi fáa sær bláu bók og trygdarskeið, tá hann kom á føtur aftur. Hann kom tó skjótt fyri seg, og hevur nú fingið sær bæði bláu bók og trygdarskeiðið. Hann hevur tó ongar ætlanir um at fara til sjós.

- Eg var í Grønlandi við trúboðaraskipinum Juvel í 2010 og 2011. Enn havi eg ikki tikið nakra avgerð um, hvussu verður í ár, men nú eru pappírini so í lagi, um eg skuldi avgjørt at tikið eitt tørn aftur í ár, sigur hann.

 

Karsten Hansen er sera fegin um, at tað hevur gingist so væl síðani skurðviðgerðina. Hann hevur verið á floti aftur fleiri ferðir og gongur aftur javnan í fjøllunum.

- Eg veit, at mong hava biðið fyri mær hesa tíðina, og tað er gott at kunna ásanna, at bønin enn virkar. Tað er trygt at vita, at ein í bøn verður borin fram fyri Gud av mínum brøðrum og systrum, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin.