Hevur fingið sekkin í enskum stórfelagi

Nógv bendir á, at Chelsea aftur fær sær ein italskan venjara

Italski fótbóltsvenjarin, Antonio Conte, hevur nú fingið sekkin í Chelsea. Tað skriva bæði Sky News, og aðrir miðlar nú seinnapartin.

Hann tók við sum venjari í Chelsea í 2016 og tað gekk, sum eftir ánni, tí hann gjørdi liðið til enskar meistarar á vári í fjør.

 

Men seinasta kappingarár hilnaðist illa og Chelsea endaði nummar fimm, heili 30 stig aftan fyri Manchester City, sum nú er enskur meistari, og sostatt sleppur Chelsea ikki so frægt sum við í Champions League í vetur.  So munaði tað lítið, at Chelsea vann FA – Cuppin í ár, tí nú hevur hann fingið sekkin kortini.

 

Hann hevði eitt ár eftir av sáttmálanum, nú hann er uppsagdur. Og Sky News sigur, at tað er sannlíkt, at tað verður ein annar italienari, Maurizio Sarri, sum er venjari hjá Napoli, sum tekur við eftir Conte.

 

Forsetin í Napoli Aurelio De Laurentiis, hevur váttað, at ein sáttmáli ímillum Sarri og Chelsea er undir landi og at løgfrøðingar eru nú í ferð við at fáa allar smálutir í rættlag. 

 

Enn hevur Chelsea ongan spælara keypt í summar, og eitt, sum nettupp hevur seinkað tí, er óvissan um venjaran.