Hevur fingið rætta navnið aftur

Í 9 ár hevur vegurin borið skeivt navn.

Í landsadressuskránni frá 2008 var navnið á vegastrekkinum frá Marknagilsvegnum til Velbastaðar kallað Kirkjubøarvegur. Navnið var bara broytt uttan at tað varð viðgjørt í gøtunavnanevndini og uttan at tað var samtykt í avvarðandi nevnd og í býráðnum.


Mentamálanevndin samtykti og staðfesti í 2015, at vegastrekkið frá Marknagilsvegnum til Velbastaðar skal eita Velbastaðarvegur og er framhald av Velbastaðarvegnum frá rundkoyringini við Dr. Dahls gøtu/J. C. Svabos gøtu. Kirkjubøarvegur byrjar frá norðaru avkoyringini til Velbastaðar. 

 

Í sambandi við aðrar broytingar í veganøvnum kom málið aftur fyri gøtunavnanevndina herfyri. Tá skuldi m.a. finnast navn til vegastrekkið frá krossinum, har síðurgøturnar Stiðjagøta, Slættanesgøta og Mykinesgøta eru. Mentamálanevndin samtykti 4. oktober, at navnið skal vera Gamli Velbastaðvegur. Hetta var einmælt samtykt í býráðnum seinasta hóskvøld.

 

So skuldi altso ongin ivi verið longur fyri nakran, at tað eitur Gamli Velbastaðvegur framvið nevndu síðugøtum, og at vegurin frá Marknagilsvegnum til fyrru ella norðaru omankoyringina á Velbastað eitur Velbastaðarvegur, sum hann annars altið hevur itið á mannamunni.

 

Kirkjubøarvegur er sostatt frá nevndu omankoyring og til Kirkjubøar.