Iranski forsetin verður ikki einsamallur á ferðini, tí sambært uttanríkisráðnum í Washington hava 13 iranskir embætismenn og 26 trygdarmenn eisini fingið innferðarloyvi. Harafturat hevur Iran biðið amerikonsku myndugleikarnar um innferðarloyvi til 33 fólk, sum manna flogfarið, ið skal flyta forsetan til New York.
USA og Iran hava ikki havt diplomatiskt samband síðani kollveltingina í Iran í 1979, og viðurskiftini millum Washington og Teheran hava sjáldan verið so spent sum júst nú orsakað av stríðnum um iransku kjarnorkuætlaninar.
Iran sýtir fyri at slaka í stríðnum um kjarnorkuna, og teir næstu dagarnar skal trygdarráðið hjá ST umrøða, hvørji stig skulu takast ímóti landinum. Mahmoud Ahmadinejad, forseti, hevur biðið um loyvi at lýsa iransku sjónarmiðini fyri trygdarráðnum, og tað er í hesum ørindum, at hann hevur fingið innferðarloyvi til USA.
Talsmaðurin hjá amerikanska uttanríkisráðnum, Sean McCormack, segði í gjár, at amerikanska stjórnin heitir inniliga á iranska forsetan um at nýta hetta høvið til at ganga undir treytirnar hjá ST fyri at sleppa undan tiltøkum.










