Í fjør fiskaðu føroysk skip tilsamans 568.000 tons á øllum leiðum. Tað eru 18.000 tons færri enn í 2015, tá heildarveiðan varð 586.000 tons, vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.
Serliga síðani 2012 er fiskiskapurin nógv batnaður. Í 2016 fiskaðu vit nevnilig 200.000 tons, fleiri enn í 2012 og nú er fiskiskapurin nakað minni enn hann var í 2006, tá ið fiskiskapurin setti met og var 623.000 tons.
Um fýra fimtingar av heildarveiðuni í 2016 eru uppsjóvarfiskur. Av hesum er svartkjaftur við góðum 282.000 tonsum, nógv tann størsti parturin.
– Orsøkin til stóru økingina seinastu fimm árini er serliga, at fiskiskapurin eftir uppsjóvarfiski eru munandi batnaður, serliga nøgdin av svartkjafti, sum er økt seinastu árini ein øking í nøgd síðan 2013 á leið 200.000 tons, sigur Hagstovan.
Hagstovan sigur, a tstørsti parturin av heildarveiðuni, ella 279.000 tons, varð fiskaður undir Føroyum, umframt á Hatton Bank og í altjóða sjógvi í Irmingarhavinum, sum í ICES - høpi eisini vera tald upp føroyskt øki.
Av hesum 279.000 tonsunum, sum vórðu fiskað í føroyskum øki, vóru 189.000 tons svartkjaftur, upsi var 30.000 tons og sild var eini 11.000 tons.
Næststørsta fiskileið hjá føroyingum í fjør, var Eysturgrønland, Jan Mayen og Norskahavið, har góð 130.000 tons vóru fiskað, harav 53.000 tons vóru makrelur og góð 43.000 tons vóru sild.
Fiskiskapurin eftir toski, hýsu og upsa verið støðugur seinnu árini, men verður hugt longur aftur, er fiskiskapurin av hesum fiskasløgum nógv versnaður.
Síðani 2003 er fiskiskapurin eftir toskurin minkaður úr 58.000 tonsum, niður í 37.000 tons í fjør. Í sama tíðarskeiði er fiskiskapurin eftir hýsu minkaður úr 30.000 tonsum, heilt niður í góð 7.000 tons.
Tað er í undir Føroyum, at fiskiskapurin eftir toski og hýsu er minkaður mest og nógv tann størsti parturin av toskinum verður nú fiskaður eystanfyri í Barentshavinum.
Upsu verður næstan bara fiskaður undir Føroyum og í árunum frá 2005 til 2009 var fiskiskapurin næstan 70.000 tons í meðal, men seinastu fimm árini hevur hann verið 30.000 tons í miðal.