Hevur familjan fingið tað lættari ?

   

Hvørja ferð tá val nærkast, eru røddir frammi sum siga, at nú skal fjálgast um føroysku familjurnar. Vit skulu hava barsilspengar, stuðul til at seta búgv, fleiri barnaansingarpláss o.s.fr. Hetta eru alt góðir tankar, sum fáir føroyingar munnu hava nakað ímóti.
Men heldur enn at geva lyfti, ið ikki kunnu haldast, lat okkum so hyggja eftir veruleikanum sum hann sær út. Hvussu er støðan í landinum, og hvat kunnu vit út frá tí veruleikanum vænta okkum í komandi tíðum ?

Alt skuldi bera til
Í 1998 varð nógv sagt og skrivað um sjálvberandi búskap og fullveldi. Landsstýrið skuldi kuta meira enn eina milliard burturúr føroyska búskapinum, uttan at føroyska familian skuldi fáa tað verri av teirri orsøk.
Øll áttu longu tá at skilt, at hetta bar ikki til. Men hvat skal Palleba trúgva, tá politikarar, búskaparfrøðingar og onnur lærd fólk siga, at hetta verður eingin trupulleiki ?
Og so fór fyrst ein reklamuherferð í gongd, og síðani vóru samráðingar við donsku stjórnina. Øll minnast vit, hvussu tað endaði, so tað er ikki neyðugt at endurtaka her. Men úrslitið fyri føroysku familjuna var, at 366 mió.krónur vórðu tiknar burturúr landskassanum um árið frá 2002, og í 2003 bleiv blokkstuðulin eisini "fastfrystur", fyri at tað veruliga virði skuldi minka uppaftur meira.
Tá árið 2004 er liðugt, hava hesi bæði undanfarnu landsstýrini soleiðis sent umleið 1,2 milliardir krónur av landinum. Og hvør skal gjalda ? - Tann føroyska familian !

Fyrstu ávaringarnar
Tá fíggjarlógin fyri 2004 var til viðgerðar í løgtinginum fingu vit tær fyrstu ávaringarnar:
-Hægri inngjald til barsilsskipanina
-Lægri útgjald úr barsilsskipanini
-Lægri rentustuðul fyri sethúsalán
-Avgjøld á húsarhaldsvørður o.s.fr.

Hetta eru bara tær fyrstu ávaringarnar, meðan tíðirnar enn eru so nøkunlunda góðar.
Samgonguflokkarnir hava víst á, at familjurnar hava fingið ein skattalætta, men sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004, skuldi landskassin í ár hava meira inn í avgjøldum og lækkaðum rentustuðli, enn hann misti við skattalættanum. Hetta merkir heilt einfalt, at Palleba skal gjalda meira.
Hetta er bara byrjanin, og tí eigur veljarin ikki at svølgja øllum vallyftum frá hesum flokkum, tá teir lova at fjálga um familjuna.
- Og gloym so ikki, at um somu flokkar finna saman aftur eftir valið, so er teirra mál at lækka blokkstuðulin uppaftur meira. - Og Palleba skal gjalda.