Tað er ikki sørt ørkymlandi at fylgja við verkfallinum, ið sjúkrarøktarfrøðingar í Føroyum sóu seg noydd til at vera seta í verk.
Tí hyggja vit eftir tí, so eru tað byrja spakuliga, fyrst við 50 útav umleið 6-700 sjúkrarøktarfrøðingum, og so í dag, eru tað 25 aftrat, altso 75 útav 6-700 sjúkrarøktarfrøðingum.
Og hvat síggja vit konstant?
Ákærandi, tyngjandi, ørkymlandi spurningar til forkvinnuna í Felaganum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Og Jan Mortensen, sleppur at endurtaka sama vrøvlið, líka síðani hann segði nei til eina eyka útreiðslu á 60 túsund krónur fyri landskassan mánarliga. Uttan kritiskar spurningar.
Fyri 6-700 sjúkrarøktarfrøðingar í øllum Føroyum.
Hatta var altso ikki per oyggj, per kommunu, per sjúkrahús, nei hatta var per alt Føroya land.
Eftir hasum at døma, so mugu tað vera sanniliga krepputíðir á Fíggjarmálaráðnum.
Men ókeypis tunlar hava Føroyar ráð til sambært Jørgen Niclasen, øhhhhmmmmm, hann var Fíggjarmálaráðharri, og skuldi seinasti tíðindaflutningur verið sannur, so er Jørgen Niclasen, stjórin hjá Jan Mortensen. Vit kunnu so undrast á hvat fer gjøgnum teirra samskifti.
Verkfallsrættur
Tað mest undarliga við hesum verkfallinum, ella hjá heilsu-og umsorganarstarvsfólki yvurhøvur, er sjálvfylgjan at ikki øll starvsfólkini fara í verkfall beinavegin. Tekur tú stórt sæð allar aðrar fakbólkar, fara tey stórt sæð øll í verkfall, og tað beinavegin, og uttan tað serliga stóra hóvastákið. Men ikki heilsu- og umsorganarstarvsfólk.
Har hava fakfeløgini av sínum eintingum altíð víst, ja tú gitti rætt, umsorgan. Sjálvt um eingin sáttmálið er, og harvið eingin ábyrgd at skipa arbeiði er kravd. Sum faktiskt liggur hjá arbeiðsgevaranum.
Arbeiðsgevarin, Jan Mortensen og Fíggjarmálaráðið royna, og sleppa avstað við tí, at turka alla ábyrgd frá sær.
Sjálvt um tað eru teir (umberið at eg skrivið teir, men tað eru nú altso mest mannfólk, hygg eftir Jan, Jørgen, samgonguni við umleið 14 mannfólkum) ið skulu skipa arbeiðið, og tað gera teir allar helst ikki nóg væl, tá ein heilur starvsfólkabólkur sær seg noyddan til at fara í verkfall.
Ein døgurðasteðg
OG hvat var teirra fyrsta tilboð?
Ein døgurðasteðgur!
Eg má spyrja, hvar eru føroysku miðlarnir, hví tráspyrja tit ikki? Hví tráspyrja tit ikki politikarar, sum fer aftaná fer aftaná fer siga at tað skal spararst?
Og teir sleppa at siga tað uttan at tit spyrja hvar! Hvar skal sparast, verða ov nógvar blæur, plástur, sprojtur, klútar brúkt, eru tað ov nógv starvsfólk, leiðara og so framvegis? Hví spyrja tit ikki nærri?
Tað er spart í áratíggju. Starvsfólkini eru strongd, niðurslitin, sjúkrameldaði, og gevast á økinum. Og eingin miðil loyvir sær at spyrja borandi kritiskar spurningar til skiparnar av arbeiðinum: “Hvussu kunnu tit loyva tykkum at viðgera sjúklingar og starvsfólk so illa? Beinleiðis diskriminera starvsfólkini, bara tí tað er konufólk?”
Meira er ikki at siga, enn at heilsu- og umsorganarstarvsfólk tørva sína viðurkenning og at verða líkasett við samsvarandi útbúgvingar.
Tí at rós er ikki nakað ein kann gjalda rokningar við og liva av
Teitur Vágadal,
irriteraður sjúkrarøktarfrøðingur í útlegd