Hevur fíggjarliga afturgongd við sær

Starvsnevndin í ÍSF noktaði at koma á fund við Svimjisambandið, Flogbóltssambandið og Hondbóltssambandið um býtislykilin fyri 2016.

Fyrr í dag sendu 13 av sersambondunum hjá ÍSF tíðindaskriv út og nú hava tey trý, sum manglaðu, Flogbóltssamband Føroya, Svimjisamband Føroya og Hondbóltssamband Føroya, eisini sent eitt tíðindaskriv út.

 

Eins og hini, so harmast tey trý sersambondini um, at Petur Elias Petersen hevur valt at leggja frá sær og byrja tey tíðindaskrivi, tið at takka honum fyri hansara íkast til føroyskan ítrótt seinastu mongu árini.

 

Les eisini Petur Elias Petersen lagt frá sær sum forseti í ÍSF

 

Í tíðindaskrivinum ynskja Flogbóltssambandið, Svimjisambandið og Hondbóltssambandið at koma við síni søgu, um ósemjuna millum feløgini. Tey nokta fyri, at tey hava sent miðlunum nakað tíðindaskriv um býtið av játtanini, men siga, at tey hinvegin hava biðið bæði hini sersambondini og starvsnevndina um fund um býtislykilin. Miðlarnir hava fingið sína kunning frá almennum skjølum, sum vóru løgd fram, í samband við at hesi trý sersambondini vóru kallaði inn til fund við mentamálanevndina.

 

Les eisini: Harmast um at Petur Elias leggur frá sær

Av teimum 13 sersambondunum, hevur einans eitt svarað, meðan starvsnevndin hevur noktað at koma á fund.

- Vit hava skrivliga heitt á starvsnevndina at seta málið á skrá til Umboðstingið, sum var í farnu viku, men tað kom ikki við. Sostatt hava royndir okkara innanhýsis í ÍSF einki úrslit givið. Endamál okkara var, sum vit skriva til starvsnevndina:

Samstundis vilja vit enn einaferð gera greitt, at tað er okkara sannføring, at ein býtislykil, sum er meira virksemistengdur, er besta argument hjá ÍSF mótvegis myndugleikunum, soleiðis at fleiri pengar koma inn í skipanina.

 

Tey trý sersambondini vísa á orðini hjá starvsnevndini sjálvari, í einum skrivi til Fíggjarnevndina í oktobur í fjør. Har skrivar starvsnevndin í ÍSF soleiðis.

Tað er avgerðandi fyri okkara ítróttafólk, eisini at sleppa at luttaka í altjóða kappingum uttanlands, og at hetta er í tryggari legu, so øll íðkandi kunnu hava hesa gularótina, at sleppa á landslið og at kappast uttanlands fyri Føroyar.Avgerandi er eisini at slík játtan er varandi, og á einum hóskandi og nøktandi støði, so man veruliga kann leggja slíkt arbeiði í trygga legu. Úr slíkari pulju kundu vit eisini nýtt pening, at fáa tiltøk hendanvegin. Og tað skapar eisini nógv her á landi, tí fyri hvørja krónu, fáa vit fleirfalt aftur til landið, við at útlendsku gestirnir brúka peningin her.

 

Tey trý sersambondini vilja vera við, at við býtislyklinum fyri 2016 er henda altjóða pulja avtikin, hóast Løgtingið gjørdi sítt og hækkaði játtanina til ÍSF.

- Henda avtøka hevur havt fíggjarliga afturgongd við sær hjá okkum, borið saman við, at hon varð varðveitt.  Vit hava víst á hetta og síggja tað sum okkara demokratiska rætt og skyldu at gera júst tað, tá ið politiski myndugleikin heitir á okkum um at verða hoyrd, skriva tey.

 

- Tað er okkara ynski, at ÍSF kann innanhýsis og í samstarvi við politiska myndugleikan ganga saman um føroyska ítrótt, so fíggjarliga grundarlagið kann verða styrkt enn meiri, so sum vit hava víst á í innanhýsis fundarumbønum okkara. Bæði tá ið tað viðvíkur føroyska ítróttapallinum og á altjóða pallinum. Tað krevur samstarv millum allar partar, og tað krevur alsamt hægri raðfesting fíggjarliga frá Løgtinginum, men tað kemur fleirfalt aftur, skriva Flogbóltssamband Føroya, Hondbóltssamband Føroya og Svimjisamband Føroya.


Les tíðindaskrivið í fullum líki her