Í danska tjóðsavninum, Nationalmuseet, sum er í Keypmannahavn, ber til at ogna sær vitan og síggja framsýningar um alt tað, ið er týðandi fyri Danmark og danska søgu. Men um Føroyar er millum lítið og einki at finna - bert ein lítil montra við nøkrum heilt fáum føroyskum lutum og amboðum í.
Tað er í sjálvum sær kanska í lagi, men tað merkisverda er stóri fokusmunurin millum Føroyar og Grønland í hesum risastóra savninum. Tí meðan Føroyar eru pakkaðar inn í eina lítla montru, so fevnir eygnarívandi grønlendska framsýningin og umboðanin um fleiri stór rúm, har til ber at síggja eitt nú kajakkir, vápn, amulettir, klæði og aðrar grønlendskar lutir, sum eru væl suppleraðir við frágreiðandi teksti. Jú, her fær mann veruliga eina ímynd av, hvussu tað var at vera grønlendingur fyrr í tíðini og eitt gott innlit í grønlendska søgu. Men tað er synd at siga, at mann ger tað sama um Føroyar við lítlu montruni, sum er ein góðan metur til longdar, og sum hevur ein heilt stuttan tekst aftrat sær.
##med2##
300 til Føroyar og 100.000 til Grønland
Nationalmuseet upplýsir fyri Sosialinum, at savnið eigur gott og væl 300 lutir úr Føroyum og í minsta lagi 100.000 lutir úr Grønlandi. Um ein ikki visti betur, so kundi tað sæð út sum, at danska tjóðsavnið heldur Grønland vera væl meira áhugavert enn Føroyar, og at tað ikki hevur líka stóran týdning at kunna sínar gestir um føroyska partin av ríkisfelagsskapinum. Hesum hava vit sett okkum fyri at finna út av, og í Nationalmuseuminum ásanna tey, at har er ein munur.
- Tað er rætt, at samanborið við stóru grønlendsku samlingina, so hava Føroyar ikki havt eitt líka stórt fokus her á savninum. Vit hava altíð havt millum tveir og fýra granskarar, sum ikki gera annað enn at arbeiða við Grønlandi. Soleiðis hevur tað ikki verið við Føroyum, sigur granskingarstjórin fyri deildina ’Nyere tid og verdens kulturer’, Christian Sune Pedersen, og vísir víðari á orsøkina til hetta.
- Tað, sum vit hava um Føroyar, hoyrir til framsýningina “Danmarkshistorier 1660-2000”. Orsøkin til tað er, at tá mann gjørdi framsýningina, var fokus á tað samlaða danska ríkið undir einaræðinum, og her fyllir Grønland eisini bara eina montru. Grønland hevur harafturímóti eisini hoyrt til framsýningina "Etnografisk Samling", tí inuittar í sínari tíð vórðu uppfataðir sum eitt ikki-evropeiskt fólkaslag, og í Etnografisk Samling hava tær grønlendsku samlingarnar verið eitt slag av gimsteini, sum hevur sett dám á Tjóðsavnið í mun til tað stóra útlandið. Tí hava framsýningarnar um Grønland koyrt á einum heilt øðrum spori við nógv størri fokus, og mann skal næstan hugsa um tað sum eitt heilt annað museum, greiðir Christian Sune Pedersen frá og vendir aftur til nútíðina.
- Í nýggjari tíð hevur verið eitt annað fokus. Har hevur mann meira umhugsað, hvussu vit skulu lýsa tær ymsu regionalmentanirnar í Danmark. Men har mugu vit bara staðfesta, at tað hevur ikki verið eitt so stórt fokus á Føroyar, sum tað kanska átti at havt verið, sigur hann.
##med3##
Størri fokus á fjarskotin lond
Munurin millum Føroyar og Grønland er eitt, men eitt annað er munurin millum Føroyar og alskyns onnur fjarskotin lond. Danska tjóðsavnið hevur nevniliga spílað seg út við framsýningum um søgu og mentan í øðrum londum, sum ikki neyðturviliga hava so nógv við Danmark at gera. Eitt nú eru indianaradraktir og ein rúgva úr Miðeystri, Grikkalandi og eysturasia at síggja, og so eisini danska kolonisøgan í Vesturindien, Indien og Vesturafrika.
- Eg skilji væl, at tú hugsar um handan munin. Men Tjóðsavnið er samansett af ymsum savnum í einum. Har er Etnografiska Samlingin, sum er eitt altjóða savn, sum gongur heilt aftur til mitt í 1600-talinum. Hetta hevur fingið rolluna sum nakað, sum allatíð kann geva danum altjóða útsýni og perspektivir, og tað er ein partur av savninum, sum fyllir uppá sínar egnu treytir. Tað er givið, at har eru temu, sum rúmliga fylla meira enn summi temu úr danmarkarsøgu, inklusiv føroyskari søgu, sigur Christian Sune Pedersen.
##med4##
Meinar tú so, at lítla montran um Føroyar, sum eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, er nokk?
- Við hasari montruni verður mann eitt sindur klókari upp á gamlar dagar í Føroyum. Men vit lata so Føroyar hanga eftir har. So jú, um har er okkurt, mann saknar, so er tað at fáa okkurt meira nútímans um Føroyar, sigur Christian Sune Pedersen.
- Men fyri at seta tað í perspektiv, so kann eg siga, at týska hersetingin av Danmark fyllir tvær montrur. Norra og Ísland hava eisini bara eina montru í part, líka sum Føroyar. Generelt er øll tann nýggja danmarkarsøga trýst inn í sera lítið pláss, sigur hann.
Føroyar ikki partur av framtíðarætlanini
Í framtíðini fer stóra danska savnið at leggja seg eftir einum øðrum leisti.
- Nógvar av teimum nýggjastu stóru framsýningunum eru frá 1992. Annars hevur onkur av hinum framsýningunum staðið har í eini 40 ár. Í løtuni eru vit í gongd við at skapa eina ætlan, sum skal snúgva seg um, hvussu Tjóðsavnið í framtíðini skal síggja út. Har fara vit í størri mun at taka støði í at fortelja nakrar stórar søgur og so aftaná finna lutir, sum umboða søguna. Hetta í staðin fyri at hava eina rúgvu av montrum, soleiðis sum tað er nú, sigur Anni Mogensen, savnsstjóri.
Ætlanin skal vera liðug áðrenn summarfrítíðina, og ætlanin inniber ikki eitt størri føroyskt fokus.
- Tað er rættiliga sikkurt, at har ikki verður ein partur av framsýningini, sum kemur at eita "Føroyar". Tað verður tað heldur ikki um aðrar partar av Danmark. Men tað kann saktans vera, at Føroyar kunnu fáa ein leiklut í framsýningini um víkingarnar ella í einari møguligari framsýning um landbúnað í Danmark ella okkurt heilt triðja, hvør veit? sigur Christian Sune Pedersen.
##med5##
Føroyskt myndasavn
Hóast Nationalmuseet ikki hevur nógvar fysiskar føroyskar lutir, so hava tey eitt føroyskt myndasavn, sum er tøkt á netinum. Har eru eitt nú gamlar myndir úr Føroyum frá øðrum verðinskríggi, umframt nógvar myndir av fólki, náttúru og bygningum.
- Vit hava kortsíðani talgildað myndasavnið. Har eru umleið 2.300 myndir, og tað er harafturímóti ein súksess. Føroyska myndasavnið telist millum tey mest vitjaðu hjá okkum, og tað er tað myndasavnið við flestum aktivum brúkarum, og fólk geotagga myndirnar í miðal hvønn dag. So á talgilda økinum eru Føroyar í øllum førum væl umboðaðar, siga Anni Mogensen og Christian Sune Pedersen.
Í Frilandsmuseet í Lyngby, sum er ein partur av danska Tjóðsavninum, eru Føroyar í øllum førum ikki gloymdar. Tí har hava í nógv ár staðið eini gomul føroysk hús, sum hava verið við til at mynda savnið.
Ein føroysk serframsýning kundi verið áhugaverd
Nationalmuseet skipar javnan fyri ymsum serframsýningum. Í løtuni er til dømis ein serframsýning um Týskland, sum hevur verið háaktuell seinastu tíðina í sambandi við at tað 9. november vóru 30 ár liðin, síðan Berlinmúrurin fall. Kann mann ímynda sær, at danska Tjóðsavnið fer at gera eina serframsýning um Føroyar?
- Tað kundi mann í prinsippinum væl. Men tað hevði so skulað havt onkran serligan vinkul um Føroyar, sum vit kundu brúkt sum relevantan inngang til at gjørt eina stóra framsýning. So tað er ikki óhugsandi, sigur savnsstjórin Anni Mogensen og leggur aftrat, at fólk eru altíð vælkomin at senda hugskot um framsýningar inn til Nationalmuseet.
- Um vit høvdu skulað gjørt eina slíka framsýning, so hevði tað kravt eitt samstarv við føroyingar. Men tað kundi heilt vist verið áhugavert, sigur Christian Sune Pedersen.
Myndatekstur:
Nationalmuseet mynd 1:
Danska tjóðsavnið hevur høvuðssæti á Prinsens Palæ mitt í Keypmannahavn (Mynd: Nationalmuseet - natmus.dk)
Montra:
Montran um Føroyar. Her er eitt modellhús av siðbundnu føroysku húsunum og ymisk amboð, eitt nú grindaknívar og ein leypur
Grønland:
Hetta er bara ein brotpartur av øllum tí, sum er at síggja um Grønland í savninum
Kursiv:
Meinar tú so, at lítla montran um Føroyar, sum eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, er nokk?