Hevur búð í seks londum

– Eg havi fest røtur í Føroyum, sigur David, sum er ættaður úr Suðurkorea

(Mynd: Álvur Haraldsen)

David Im flutti úr Suðurkorea, tá ið hann var smádrongur, og hann hevur búð í seks ymiskum londum. Foreldrini eru trúboðarar og hava virkað í ymiskum londum. Hetta hevði við sær, at eisini David hevur verið á ferð og búð í fleiri londum.

 

Hann hevur fleiri ferðir roynt at flyta til lond, har hann ikki dugdi málið, ikki kendi mentanina, ikki kendi fólk, og so megnað at fóta sær.

 

– Eg kenni meg hepnan, at eg havi fingið høvi at uppliva ymiskar mentanir í ymiskum londum, og eg eri takksamur fyr, at tað hevur borið til og hevur lukkast hjá mær. Tað hevur stórar avbjóðingar við sær, og eg eri helst komin væl burturúr tí. Hinvegin hugsi eg nú sum vaksin og pápi, at eg hevði ikki latið míni børn farið í gjøgnum tað sama, sigur David Im við Sosialin um vikuskiftið.

 

Seinastu sjey árini hevur hann starvast sum integratiónssamskipari á Útlendingastovuni, og har kann hann brúka sínar royndir.

 

– Í arbeiðnum fái eg bæði brúkt mína útbúgving og mínar royndir sum tilflytari í fleiri londum. Tað er helst eitt sindur serstakt, at júst ein tilflytari er í hesum starvinum sum integratiónssamskipari, og eg kenni tað sum ein góðan møguleika at gera nakað, sum eg havi stóran áhuga fyri, sigur David Im, sum seinastu 10 árini hevur búð í Klaksvík, haðani konan er ættað.

 

– Nú eg havi búð í Føroyum í 10 ár og havi fingið familju her, kenni eg tað, sum eg havi fest røtur í føroyska samfelagnum. Eg kenni meg alt meira sum føroying, sigur David Im.

 

Í Sosialinum um vikuskiftið kann longri samrøða við David Im lesast. Samrøðan er partur av greinarøð um tilflytarar í Føroyum. Umleið 15 prosent av fólkunum, sum búgva í Føroyum, eru fødd í øðrum londum.

 

(Mynd: Álvur Haraldsen)