Hevur borið jólagávur umborð á 100 skip

- Sjómenn eru ómetaliga glaðir fyri tað, serliga stórt er tað hjá teimum, sum fáa pakka fyrstu ferð.

Eins og undanfarin ár, hevur Føroyska Sjómansmissiónin latið sjófólkinum pakkar umborð á skipini.

Og í ár er talan um tilsamans 1.232 pakkar, sum eru latnir umborð á tilsamans 100 skip.

 

Av hesum 100 skipunum eru tey 30 burtur á jólum, og annars er talan um 67 fiskiskip, 16 skip í frálandavinnu, 15 handilsskip og tvey vaktarskip.

 

Tað er Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, sum stendur fyri arbeiðinum, og hann sigur, at tað var longu í oktober, at teir fyrstu pakkarnir fóru umborð.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Torleif Johannesen, greiða frá, hvussu tey arbeiða og syrgja fyri, at pakkar koma umborð á skipini, og um, at tey kundu brúkt nakrar fáar pakkar afturat.