Hevur bjóðað Boris Johnson til Føroya

Føroya løgmaður, og bretski forsætisráðharrin, eru samdir um at menna samstarvið

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Boris Johnson, bretskur forsætismálaráðharri, eru samdir um at styrkja samhandilin og samstarvið millum Føroyar og Bretland.

Tað er úrsliti av fundi ímillum teir báðar í kendastu adressuni í London, Downing Street nummar 10, sum er har forsætisráðarrin býr og virkar.

Teir báðir hittust fyrrapartin í dag, har teir umrøddu Bretlandi samstarvið landanna millum.

– Hetta er fyrstu ferð í søguni, at ein føroyskur løgmaður er á fundi við ein bretskan forsætismálaráðharra í Downing Street, sigur løgmansskrivstovan í einum tíðindaskrivi.

– Tað er einki at taka seg aftur í, at Brexit letur upp fyri nýggjum samstarvsmøguleikum ímillum Føroyar og Bretland, sigur løgmaður.

Hann heldur, at tað er avgerandi, at vit troyta allar møguleikar, og ávirka á røttum stað, so vit fáa so góð viðurskifti sum gjørligt við Bretland.

Hann heldur eisini, at fundurin við bretska forsætismálaráðharran er eitt greitt tekin um, at bretar leggja dent á samstarvið við Føroyar. – Tað er mín greiða fatan, at Føroyar fara at fáa eina sterkari samvinnu við Bretland, nú bretar eru á veg úr ES, sigur Bárður á Steig Nielsen.

– Á fundinum í London fyrrapartin gjørdi løgmaður vart við, at Føroyar vilja menna handilssamstarvið við Bretland.

Eisini umrøddu partarnir samstarv í fiskivinnuni, oljuvinnuni og tænastuvinnuni.

Bárður á Steig Nielsen greiddi eisini Boris Johnson frá, at næsta ár er eitt 75 ára minningarhald í Føroyum í sambandi við, at bretska hersetingin undir seinna veraldarbardaga endaði.

– Føroyar og Bretland hava eina hendingaríka og spennandi søgu. Bretland er okkara nærmasti granni og nú ræður um at halda fram at styrkja og menna gamla vinalagið og góðu viðurskiftini landanna millum, heldur Bárður á Steig Nielsen.

Løgmaður nýtti høvi til at bjóða Boris Johnson at vitja Føroyar.