Norðoya Sparikassi hevur júst almannakunngjørt roknskapin fyri 2014, og tað er hugaligur lesnaður hjá leiðslu sparikassans.
Avlopið í 2014 var 11,5 milliónir og eginpeningurin vaks við 8,6 prosentum. Avlopið er tí tvífalt so gott sum árið frammanundan. Útlán og ábyrgdir øktust við 4,4 % og innlán øktust við 6,9 % í 2014. Alt í alt samsvarar hetta væl við metingar sparikassans í 2013.
Norðoya sparikassi boðar eisini frá at teir í august 2014 endurrindaðu hybrida kjarnukapitalin frá danska statinum.
- Upphæddin var 25,1 millión krónur. Harvið er sparikassin nú leysur av øllum lánum frá danska statinum, skrivar leiðslan.
Inntøkurnar vóru nakað lægri enn undanfarin ár, 72,9 milliónir krónur í mun til 75,5 milliónir krónur í 2013 og 77,4 milliónir krónur í 2012. Harafturímóti, so vóru útreiðslurnar eisini nakað lægri, 53,7 milliónir krónur í mun til 56,5 í 2013 og 59,9 milliónir krónur í 2012.
Úrslitið av vanliga rakstrinum var tí 19,2 milliónir krónur í ár, í mun til 19 milliónir í fjør og 17,6 milliónir krónur í 2012.
Stóri munurin í avlopinum kemur av, at virðisjavnanin er nakað jaligar í ár enn undanfarin ár, tvær milliónir hægri enn enn í 2013 og sjey milliónir hægri enn í 2012, eins og at niðurskrivingarnar eru ikki so stórar sum undanfarin ár. Í fjør vóru niðurskrivingarnar 10,9 milliónir krónur, meðan tær í 2013 vóru 14,9 milliónir og í 2012 17,1 millión krónur.
Ársúrslit bankans er tí 11,5 milliónir krónur í ár, meðan tað í fjør var 5,5 millónir og í 2012 eitt hall áljóðandi 20 milliónir.









