Hevur bíðað í fimm ár eftir at fáa pensjón

Ein maður við krabbameini og trupulleikum í rygginum fær ikki svar frá Almannaverkinum

Almannaverkið fær nú eina álvarsliga átalu frá Løgtingsins Umboðsmanni fyri, hvussu tey hava viðgjørt eina umsókn um fyritíðarpensjón.

Tað er niðurstøðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni, sum hevur viðgjørt eina klagu frá einum manni, sum hevur bíðað í samfull fimm ár eftir svari uppá eina umsókn um fyritíðarpensjón.

Løgtingsins umboðsmaður sigur, at av tí at talan er um álvarslig mistøk í hesum máli, verða løgmaður, landsstýriskvinnan í almannamálum, og formansskapurin í Løgtinginum kunnað um málið.

Samstundis vil Løgtingsins Umboðsmaður hava at vita frá Almannaverkinum, hvussu leikur fer í hesum máli.

Kærarin sigur, at í 2012 fekk maðurin  lægstu fyritíðarpensión, men í 2015 fekk hann krabbamein, og í tí sambandi søkti hann um hægstu fyritíðarpensión.
Afturat hesum hevur hann so ringan rygg, at hann ikki fær gingið meiri enn nakrar fáar metrar um dagin.

Ikki fyrr enn í fjør, ella fýra ár seinni, varð hann boðsendur til læknakanning. Men so kom aftur stígur í, og í januar í ár vóru fimm ár síðani, hann søkti, men heldur ikki tá røktist fyri at nakað sum helst fór at henda.

Almannaverkið hevur greitt Løgtingsins Umboðsmanni frá, at tá ið tey fingu umsóknina, bóðu tey kommunulæknan um eina læknakanning. Men stutt eftir skifti umsøkjarin kommunulækna.

Almannaverkið sigur, at hóast tey ryktu kommunulæknan fleiri ferðir eftir eini læknaváttan, bæði skrivliga og munnliga, gingu næstan fýra ár, til hon kom fram.

Tilsamans hevur Almannaverkið sent læknanum heilar 13 skrivligar rykkjarar í hesum tíðarskeiði, umframt tveir munnligir rykkjarar, sigur Almannaverkið.

Almannaverkið sigur, at tey hava gott samstarv við læknarnar, men í ávísum førum gongur striltið at fáa tilfar. Tey siga, at tey ætla at fáa fund í lag við ein ávísan lækna um støðuna soleiðis, at trupulleikin kann loysast.

Annars sigur ein avtala við Læknafelagið, at læknar hava átta vikur at útvega Almannaverkinum slíkar upplýsingar í.

Annars er endamálið hjá Almannaverkinum at umsóknir um fyritíðarpensjón skulu svarast, áðrenn tríggir mánaðir eru farnir. Aftrat kemur tíðin, tað tekur at fáa læknaváttan og aðrar upplýsingar.  

– Hóast tað ikki er Almannaverkið, ið hevur ábyrgd av at skriva eina heilsuváttan, hevur Almannaverkið ábyrgd av, at eitt mál endaliga verður avgreitt, sigur Løgtingsins Umboðsmaður.

Og hóast lógin ikki hevur nakra tíðarfreist, hevur Almannaverkið skyldu til at syrgja fyri, at málsviðgerð ikki gerst óneyðuga drúgv.

– Eg haldi, at tað er sera átaluvert, at Almannaverkið, í næstan fýra ár, sendur kommunulæknanum 13 áminningar, uttan at taka onnur stig til at fáa málið avgreitt, sigur Løgtingsins Umboðsmaður.

Freistin at svara er átta vikur, og tí átti Almannaverkið at givið kommunulæknanum eina seinastu freist.

Men helt kommunulæknin ikki freistina, kundi Almannaverkið steðgað málsviðgerðini fyribils, og kunna umsøkjaranum um støðuna og hjálpt honum at leitað sær hjálp hjá øðrum kommunulækna, sigur Løgtingsins Umboðsmaður.