Hevur arbeitt sum grannskoðari

Ein av persónunum, sum hevur givið sítt íkast til álitið, sum er latið Bárði Nielsen er Súni Schwartz Jacobsen. Hetta hevur hann gjørt í leiklutinum sum annar av grannskoðarunum hjá Fíggingargrunninum, sum eigur bankan.
Sami Súni er tó í vikuni presenteraður sum komandi stjóri í bankanum, og tí er kanska ikki annað enn náttúrligt, at spurnartekin verða sett við hansara leiklut í hesum. Eitt spurnartekin, sum Súni tó sjálvur tekur rættiliga róliga.
- Fyrst og fremst, so er hetta eitt arbeiði, sum hevur strekt seg yvir langa tíð. Harafturat eru trý ymisk virki um at skriva frágreiðingina. Mín persónur hevur als ikki verið upp á tal sum møguligur bankastjóri, tá hetta er gjørt.
- Hartil fevnir frágreiðingin einans um lýsing av møguligum hættum at einskilja Føroya Banka. Frágreiðingin gevur eingi tilmæli um, hvør leistur skal veljast. Tað er upp til eigaran av bankanum, sigur Súni Schwartz Jacobsen.