- Tað er harmiligt, at løgtingið aftur hesuferð bar seg soleiðis at, at enn meiri sjógvur bleiv lagdur ímillum tingið og vanliga borgaran.
Tað heldur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, nú Løgtingið gjørdi av at seta Jen H. Andreasen í starvs sum løgtingsins umboðsmann.
Hann finst at mannagongdini, sum varð brúkt, tá ið umboðsmaðurin varð valdur.
Starvsmannafelagið hevur alment í brævi til Løgtingið fýlst á, at løgtingið velur ein umboðsmann, sum er 67 ára gamal, samstundis, sum øll onnur alment sett, mugu leggja frá sær, tá ið tey eru 67 ár.
Afturímóti hevur løgtingsformaðurin, Finnbogi Ísakson, ført fram, at talan er ikki um eitt starv, men um eitt val. Og tá ið fólk verða vald, er onki aldursmark uppeftir, hvørki í politikki, ella í aðrar mátar.
Leggur sjógv ímillum
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at hann veit val, at løgtingsformaðurin hevur rætt sum so.
- Men tað, sum er ógvuliga er ódámligt, er, at løgtingið meiri og meiri leggur sjógv ímillum seg sjálvan og vanliga borgaran.
-Sostatt upphevjar Løgtingið seg til nakað serligt, sum er omanfyri vanliga fólkið og tað haldi eg er ógvuliga ódámligt.
Eitt annað dømi er, at løgtingið herfyri játtaði sær sjálvum eina stóra lønarhækking, uttan at nakar kundi leggja seg út í tað.
-Eg veit, at løgtingið hevur buktina og báðar endarnar, tí tað er okkara lóggevandi ting. Men tað er langt úti, at tað ferð eftir ferð skal provokera vanliga borgaran við at hevja seg upp um fjøldina og gera seg til nakað serligt, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Hann heldur, at tað var ikki meiri enn rímiligt, enn at Løgtingið sjálvt gav seg undir tær somu ásetingar, sum eru galdandi fyri vanliga borgaran.
Kundu spurt seg fyri
Hann er greiður yvir, at tað eru ikki fakfeløgini, sum skulu seta Løgtingsins Umboðsmann.
-Men hvat gjørdi tað, sum Løgtingið spurdi seg fyri hjá fakfeløgunum um, hvørji krøv tey seta til ein slíkan stovn. Hevði Løgtingið gjørt tað, hevði tað heilt greitt fingið at vita, at, at okkara meting eru fólk ógegnið, sum hava verið knýtt at føroysku rættarskipanini.
Gunnleivur Dalsgarð heldur, at tað rættast hevði verið at valt ein umboðsmann uttan ífrá, sum ikki hevur havt tilknýti til føroysku rættarskipanini, men sum kortini hevur royndir, so at hann kundi ført nakað nýtt við sær inn í føroyska umsiting.
- Hann skuldi í hvussu so er verið eitt óskrivað blað í føroysku rættarskipanini, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum.
Annars tekur hann fult undir við, at vit fáa Løgtingsins Umboðsmann.
- Men tað hevur stóran týdning, at byrjanin er lýtaleys, og hetta var ein óheppin byrjan, leggur hann afturat.