Hevði roknað við afturgongd

– Vilja fólk ikki hava borgarligan politikk, so kunnu vit bara fáa CHE samgonguna aftur, sigur løgmaður.

– Vilja fólk ikki hava borgarligan politikk, so kunnu vit bara fáa CHE samgonguna aftur, sigur løgmaður.

 

Løgmaður sannar, at tað kostar at sita við ábyrgd og heldur, at samgonguflokkarnir bara kunnu gera tað betur.

 

Tað sigur hann, tá info biður hann um viðmerking til veljarakanningina í Sosialinum í dag, sum gevur Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum stóra afturgongd. Flokkarnir missa tveir tingsessir í part sambært sambært veljarakanningini í mun til seinasta løgtingsval. Tað ger, at samgongan missir meirilutan væl og virðiliga.

 

Løgmaður dylur ikki fyri, at Sambandsflokkurin fegin vildi, at samgongan helt fram. Men ein alternativur møguleiki fyri samstarvsflokki hjá Sambandsflokkinum er Javnaðarflokkurin, sigur hann.

 

– Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava arbeitt væl saman. Tað gera Aksel Johannesen og eg eisini, sigur løgmaður.

 

Men at samstarva við Tjóðveldi, tað útilokar løgmaður.

 

– Nei, vit fara ikki at taka eina krónu av inntøkunum. Vit fremja ongarn yvirtøkur, sum kosta pengar, sigur løgmaður.

 

Møgleikin hjá Sambandsflokkinum fyri stjórnarsamstarvi er tí saman Fólkaflokkinum ella Javnaðarflokkinum.

 

– Men tað treytar, at vit hava ávísa styrki, um vit skulu í samgongu við Javnaðarflokkin sum tann minni flokkurin í samgonguni, sigur løgmaður.

 

Spurdur um sonevnda makrelsamgongan millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi ikki er ein møguleiki sigur hann, at tað er ein møguleiki.

 

– Men tað krevur so, at eingin fullveldispolitikkur og eingin yvirtøkupolitikkur verður førdur. Kann Tjóðveldi tað, so er tann møguleikin opin, sigur løgmaður.

 

Lesið eisini: Samgongan fær ein ordans frammaná