Hevði kostað einar 3,5 milliónir

Landsstýrismaðurin hevur givið Strandferðsluni boð um siglingina ímillum Gomlurætt og Skopun

Skal Teistin sigla hvønn dag í vikuni ímillum Gomlurætt og Skopun, hevði tað kostað einar 3,5 milliónir afturat. Og tað hevur Strandferðslan ikki ráð til. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Partamaður hansara í politikki, Brandur Sandoy, sum eisini er sandoyingur, hevur spurt hann, hvat hann ætlar at gera við siglingina hjá Teistanum.

 

Jørgen Niclasen sigur, at skal Hasfjord fleiri túrar um dagin, hvønn dag um vikuna, hevði tað  kostað einar 3,5 milliónir um árið – og tað hevur Strandferðslan ikki játtan við. Í hesum sambandi vísir hann á, at Hasfjord hevur bara eina manning og skal hann sigla meiri, verður neyðugt at fáa fleiri fólk umborð, men tað hevur eisini aðrar útreiðslur við sær.

 

Hasfjord varð keyptur til at føra stórar bilar og farm til og frá Sandoynni. Endamálið var at gera tað høgligari hjá vinnulívinum, umframt at gera tað høgligari hjá ferðafólki.

 

Eftir ferðaætlanini siglir Hasfjord 20 túrar aftur og fram um vikuna. Siglt verður týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag.  Tey sum vilja hava stórar bilar, og farm við, kunnu bíleggja sær pláss við Hasfjord og aloftast siglur hann eftir ferðaætlanini. Men tað hendir seg viðhvørt, at eingin hevur bílagt pláss – og tá er tað oftast tí at stórir bilar eru farnir við Teistanum.

 

Jørgen Niclasen sigur, at hann hevur heitt á Strandferðsuna, um at Hasfjord skal sigla eftir ferðaætlanini, og at tey, sum skulu flyta farm og stórar bilar, skulu bíleggja sær pláss á Hasfjord og ikki við Teistanum. Tá ið Hasfjord ikki er fullur, ella tá ið hann ikki siglur, kunnu stór akfør fara við Teistanum, sigur Jørgen Niclasen.

 

--