Hevði ynskt at vunnið fyri góðu fjeppararnar

(Rás2) Liðskiparin, Atli Gregersen er stoltur av avrikinum, men ergrar seg um, at sigursmálið ikki kom til høldar

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 í Mixed Zone á Tórsvølli við Atla Gregersen, liðskipara á landsliðnum aftaná 0-0 javnleikin ímóti Lettlandi fyrr í kvøld.

 

Atli Gregersen ergrar seg um, at dreymur hansara at skora sigursmálið í 91. minutti og fegnast saman við Skansanum ikki gjørdist veruleiki, og tað pínur hann, at fjeppararnir, sum hava so nógv at siga fyri hann og liðfelagarnar ikki fingu ta upplivingina.

 

Men tá tað er sagt so er Atli Gregersen sera nøgdur við leikliga avrikið og hugburðin menn løgdu fyri dagin, har Lettland í fleiri førum var trýst í botn av tí føroyska liðnum: - Í løtum var tað tað reina tika-taka, greiðir ein fegin liðskipari frá.

 

Atli Gregersen staðfestir eisini, at sjálvt um talan er bara um eitt stig, so er aftur talan um eitt stigamet, og tað dugir hann at fegnast um. 

 

Við endan av samrøðuni fekk Tróndur Arge eisini eina stuttliga áminning frá Atla Gregersen.