Í Bretlandi eins og aðrastaðni í Evropa plaga tað at vera flokkarnir høgrumegin miðjuna, sum leggja fram uppskot um at geva einstaklingum og vinnulívi skattalætta, og tí kom tað óvart á bretar, tá Gordon Brown, fíggjarmálaráðharri, í gjár legði fram uppskot um skattalætta.
Skattalættin er partur av fíggjarlógaruppskotinum, og hetta er helst tað seinasta fíggjarlógaruppskotið, sum Gordon Brown leggur fram. Gongst sum ætlað verður hann forsætisráðharri, tá næsta fíggjarlógaruppskotið sær dagsins ljós.
Fráfarandi fíggjarmálaráðharrin sigur, at tann ætlaði skattalættin skal serliga koma barnafamiljum og teimum lágløntu til góðar.
-Hetta er eitt fíggjarlógaruppskot, sum leggur lunnar undir bretsku húskini, og sum tryggjar rættvísi og framtíðina, segði Brown í parlamentinum í gjár. Hann vísti á, at uppskotið fer at gera bretsku skattaskipanina meiri rættvísa, enn hon er.
Mánadagin boðaði tann konservativi andstøðuflokkurin frá, at hann er til reiðar at lækka skattin hjá vinnulívinum trý prosent. Eingin hevði væntað, at Gordon Brown fór at koma við sama uppskoti tveir dagar seinni.