TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við fimmmálsskjúttan, Julian Olsen, aftaná Julian og liðfelagarnir í VÍF høvdu vunnið ein sannførandi 30-19 (19-8) sigur á Kyndli í bólki 2 í Faxe Kondi steypakappingini. VÍF hevur saman við StÍF vunnið seg víðari til hálvfinalurnar.
- Tað koyrir bara hjá okkum, staðfesti ein sera fegin Julian Olsen aftaná dystin. Hann heldur, at avtalurnar vóru hildnar, og menn vóru ógvuliga konsentreraðir um sínar uppgávur á vøllinum. Í seinna hálvleiki bleiv slakað nakað, men tað var ein avleiðing av tí tryggu leiðsluni VÍF hevði.
Julian Olsen sigur, at hann hevði satt at siga væntað ein nógv tættari dyst, men tann tætti dysturin bleiv av ongum.