Jógvan Thomsen, stjóri á Elveitingareftirlitinum/Fjarskiftiseftirlitinum, duldi ikki fyri, at hann hevði vónað eitt sindur lægri tilboð ella sum hann tók til.
- At tey lógu røttu megin tey 40 oyruni, sum Røkt í dag fær fyri sína vindframleiðslu.
Hann vísti eisini á, tá hann varð spurdur, hvørja ávirkan roknast kann við, at tilboðini fara at fáa á elprísin, at umframt kostnaðin til vindorkuframleiðaran kemur eisini kostnaðurin til tøkan mátt til at stabilisera netið.
- Hesin kostnaður er mettur til millum 5 og 15 oyru/kWh. Stór óvissa er tó við hesi meting, tí neyv tøl ikki eru til taks. Av tí at framleiðslan frá nýggju vindmyllunum bert verður 3-4% av samlaðu framleiðsluni, er greitt, at gongdin í prísinum fyri hin partin av framleiðsluni (olju og vatn) verður avgerandi fyri, um prísurin lækkar ella hækkar, sigur Jógvan Thomsen.
Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, fegnast um, at SEV bæði hevði lægsta og næstlægsta tilboðið.
- Hetta vísir, at SEV er effektivt og kappingarført, og hetta er einum góðum starvsfólkahópi fyri at takka, sigur hann í stuttari viðmerking.
Hetta er fyrstu ferð, Elveitingareftirlitið hevur boðið vindorku út, síðani tað varð skipað sum sjálvstøðugur stovnur í mars 2008 og fekk ábyrgdina av vindorkuútbyggingini í Føroyum.
Í hesum sambandi var landsstýrismaðurin í elveitingarmálum, Johan Dahl, eisini hjástaddur, tá tilboðini vóru latin upp í dag.
Hóast hann harmaðist um, at ikki fleiri feløg hildu seg til at bjóða uppá arbeiðið, fegnaðist hann tó um, at so tætt var ímillum innkomnu tilboðini.
Johan Dahl sigur, at hann hevur heitt á leiðsluna á Elveitingareftirlitinum um skjótast til ber at bjóða enn meiri vindorku út.
- Sambært kanningum hjá Risø er pláss fyri umleið 12 MW av vindi á føroyska elnetinum. Við hesi útbjóðingini koma vit upp á umleið 7 MW, so rúm skuldi verið fyri umleið 5 MW aftrat, sigur landsstýrismaðurin í elveitingarmálum.
Elveitingareftirlitið væntar, at støða verður tikin til innkomnu tilboðini um ein mánaða ella so, og miðað verður eftir, at nýggja vindorkan skal vera klár at lata inn á elnetið seinni í ár ella í seinasta lagi á sumri næsta ár.
kelda: www.sev.fo