Hóast metnógvar landsdystir fyri Italia (176), heimsmeistaraheiti og heiðrar sum heimsins besti málverji, so var alt ikki ein dansur hjá Gianluigi Buffon í italska stórfelagnum, Juventus, har hann spældi árini 2001 til 2018.
- Í nakrar mánaðir hevði einki nakað virði fyri meg. Tað kendist sum eingin legði nakað í meg uttan tann fótbóltsspælaran, ið eg var. Øll spurdu eftir Buffon, men eingin spurdi um Gigi. Eg var 25 ár og reið á einari bylgju av heiðri og framgongd, men tað var ein sera trupul tíð, sigur Buffon í samrøðu við Vanity Fair.
Buffon greiðir frá, at hann undir upphitingini nakrar minuttir undan einum dysti í Seriu A mátti fara til málmansvenjaran, Ivano Bordon, og greiða honum frá, at hann ikki fekk spælt dystin vegna angist. Í staðin varð eykamálverjin, Antioni Chimenti, settur í málið.
At Buffon ikki longur duldi sálarligu trupulleikarnar, men valdi at siga frá, fekk avgerandi týdning fyri hann.
- Var eg ikki úti fyri hesum royndunum, teimum myrku løtunum og ruðuleikanum, ið eg deildi við onnur fólk, so var eg kanska ongantíð komin burturúr tí. Eg lærdi, at hetta var rætta fetið úr mótloysi til at handfara veikleikar, ið vit øll hava, sigur hann.
40 ára gamli Gianluigi Buffon spælir í dag við franska PSG, har hann hevur sáttmála fram til 30. juni í ár.










