Vælkomin til Føroya, harra Adams.
Hvussu hava tit tað? Gott at síggja tykkum.
Takk í líka máta. Fyrst av øllum, tú hevur spælt í meiri enn 30 ár, og tú hevur selt fleiri enn 70 milliónir eintøk um allan heim...
Nú er tíð at eta!
At eta, ja, men harra Adams, er tað framvegis stuttligt?
Ja, sjálvandi. Annars hevði eg ikki verið her, tað er jú tað, alt snýr seg um.
Hvat væntar tú tær av kvøldinum?
Eg vænti tað verður óført. Tað sær í hvussu er gott út har úti, fólk síggja spent út. Øll hava tosað um hetta síðani eg lendi her við flogfari mínum, so eg eri spentur, og eg eri vísur í, at tað verður gott. Vit koma beint úr Danmark og Svøríki, har vit hava spælt, og øll kvøld hava verið óføra góð, og tað vænti eg, at kvøldið í kvøld eisini verður.
So tær dámar framvegis lívið, dámar at spæla?
Sjálvandi, eg eri jú tónleikari, og tað er hetta, tónleikarar gera.
Tú hevur ferðast nógv hesi 30 árini, hvussu er tað at koma til eitt slíkt stað?
Well, tú snarar til vinstru, tá tú kemur til Oslo, og so er tú her!
Við egnum flogfari?
Tað ger ikki mun. Tú noyðist í eitt flogfar ella ferju, fyri at koma her.
Hevur tú myndatólið við?
Ja, eg tók myndatólið við.
Hevur tú funnið nøkur góð motiv?
Eg tók eina mynd út gjøgnum vindeygað og sendi mammu hana.
Harra Adams, tú hevur verið í tónleikaídnaðinum so leingi, at »Summer of 69« er so langt síðani, at »The kids wanna rock« kundu verið tíni abbabørn, fer tú at verða »Eighteen til (you) Die«?
Tað ljóðar, sum tú kennir songheitini hjá mær. Eg haldi, at hatta er ein góður metaforur fyri lívið, heldur tú ikki tað?
Átjan á pallinum altíð?
»Eighteen til I Die« er ein góður metaforur, uttan mun til hvar tú ert.
Ein annar spurningur, harra Adams...
Sig Bryan
Ein annar spurningur, Bryan, eg havi lisið onkunstaðni og somuleiðis sæð tað á YouTube, at tú var fyrsta vestliga stjørnan sum hevði framførslur í størsta býnum í Pakistan, Karachi, 29. januar 2006, hvussu kom hetta í lag?
Á sama hátt sum tað kom í lag, at eg eri í Føroyum. Tað eru fólk har, ið dáma tónleik, eg varð boðin til Pakistan. Tað var eitt væleydnað kvøld.
Orsøkin til at eg spyrji er hon, at hetta eisini var eitt vælgerandi tiltak til frama fyri offur fyri einum jarðskjálvta, har fleiri enn 70.000 fólk mistu lívið. Tú spælir ofta fyri vælgerandi endamál, hvat merkir hetta fyri teg?
Júst handan konsertin komst av, at ein pakistanskur tónleikari heitti á meg at vita, um eg kundi hjálpa honum at seta eina framførslu upp á beinini fyri at savna pening til tey jarðskjálvtaraktu og eisini fyri at hjálpa til at fáa smáu børnini at ganga í skúla. Børn arbeiða longu frá ungum aldri, og teir royna at innføra eina nýggja skipan, har foreldrini fáa pening fyri at hava børnini í skúlanum. Tað helt eg ljóða sum eitt gott tiltak, og sum við flestu øðrum hjálpartiltøkum, eg havi verið við til, er tað saman við øðrum tónleikarum. Um vit hyggja at einum av fyrstu hjálpartiltøkunum, eg var við til, nevniliga Live Aid, var eg bjóðaður av einum starvsfelaga, Bob Geldorf, so tað er alla tíðina tónleikarar sum arbeiða saman við tónleikarum.
Tú hevur eisini Bryan Adams-grunnin. Hvat hevur hann at siga fyri teg?
Eg setti tann grunnin á stovn stutt eftir, at eg hevði spælt í Pakistan. Eg hevði hugsað um hetta í eina tíð, og hetta er nakað, sum eg kann fyrihalda meg til, bæði mína tíð og mína framtíð. Við tíðini ætli eg at nýta meiri tíð at hjálpa fólki, tað er mín ambitión.
Tú hevur spælt so nógvastaðni runt um í heiminum, og nú spælir tú í Føroyum, hevur tú eina serliga heilsan til føroyska fólkið?
Tað er fantastiskt at vera her, og skal eg vera púra erligur, so hevði eg ongantíð væntað, at eg skuldi spæla her, so... Tá ið onkur segði við meg »Vil tú spæla í Føroyum«, segði eg »Veruliga, sjálvandi, tað vil eg ógvuliga fegin«, so eg gleði meg veruliga at fara á pallin.
Visti tú nakað um Føroyar áðrenn tú komst higar?
Ógvuliga lítið. Bara geografiskt, at tær lógu mitt í Norðuratlantshavi, og tað er fyri so vítt tað. Eg visti at tit høvdu ríkissamband við Danmark, tí eg hevði eina danska unnustu í langa tíð – eg hugsaði um at senda hana her! Nei, hatta var skemt.
Onkur sigur, at tú tosar danskt?
Jeg snakke en lille smule!
Sum tú segði hevur tú myndatólið við tær, hvar ætlar tú at taka myndir?
Um eg fái tíð so, ja. Kanska av onkrum seyði av onkrum xxxxxx! Man veit ikki.
Hvussu leingi verður tú í Føroyum?
Vit vera her í morgin, vit fara at hyggja okkum um eitt sindur. Onga fasta ætlan, vit fáa at síggja. Vit fara helst at sova leingi í morgin, tí tað er fyrsti frídagur vit hava havt seinastu vikuna.
Vit hava tvær farteldur, sum vit ætla at geva barnadeildini á landssjúkrahúsinum...
Tit hava savnað pening, hvussu gjørdu tit tað?
Vit seldu eitt atgongumerki til konsertina, og so eru tað tvær KT-fyritøkur, sum hava latið hvør sína teldu.
Tað var flott av tykkum. Vit hava eisini nakrar tour-skráir, sum eg skal signera, so kunnu tit geva børnunum tær eisini.
Takk fyri, og so kann eg siga tær, at atgongumerkið fór fyri 3.350 krónur.
Kosta atgongumerkini so nógv?
Nei, tað var tað, sum ein persónur rindaði fyri hetta atgongumerkið.
Tað er gott, at fólk eru gávumild, takk fyri. Og takk til tey.
Um tú hevði viljað signera farteldurnar...
(Bryan Adams signerar.)
Takk fyri. Hvat lag verður tað fyrsta, tú fer at spæla í kvøld?
Er hetta ein beinleiðis sending?
Ja.
Men um eg sigi tykkum tað, er tað ikki longur nakað yvirraskilsi. So hvat halda tit?
Tað er upp til tín.
Tey, sum eru komin til konsertina lurta neyvan eftir radio, so tann fyrsti sangurin verður »There’ll Never Be Another Tonight«.
Og tað fer heldur ikki at verða eitt annað kvøld sum hetta á Tórsvølli.
Rætt. Men øll kvøld eru serlig, og fyri okkum er hatta fyrsta kvøldið her, so vit eru ógvuliga spentir, Takk fyri.
Takk sjálvur, og góða konsert.