Tann 37 ára gamla kvinnan gjørdi av at fara til eygalæknan fyri at vita, hví hon hevði so ringan sviða í øðrum eyganum, og um høvuðpínan kundi hava samband við sviðan.
Eygnalæknin gjørdi av, at kvinnan skuldi undir skurð beinanvegin, og inni í eyganum funnu læknarnir ein maðk.
Hann var 12 centimetrar langur og livandi, sigur eygnalæknin Radomir Stojicevic við serbiska blaðið Kurir.
Maðkurin bleiv sendur til kanningar á einari rannsóknarstovu, og tað vísti tað seg, at hann var av slagnum Ascaris lumbricoides. Hesin maðkurin, sum kann vera 30 centimetrar langur, er rættiliga vanligur í tarmunum hjá svínum, men kann eisini halda til í tarmunum hjá fólki. Harafturímóti er hetta fyrstu ferð, at hann er funnin í eyganum hjá fólki, skrivar Kurir.










