Løgreglan mátti koma í deildina hjá Eik Banka í Miðbýnum eftir einum manni, ið hevði knív á lofti ? tó uttan at hótta nakran beinleiðis. Tað var stutt eftir klokkan 15 seinnapartin, at starvsfólk í Eik Banka í miðbýnum sóu seg noydd at ringja eftir løgregluni, tí ein maður hevði víst ágangandi atburð, og millum annað hevði ein knív á lofti.
Sambært vakthavandi er maðurin sálarliga veikur og samstundis ein gamal kenningur hjá løgregluni. Maðurin er í 50-árunum.
Løgreglan kom á staðið og tók mannin við sær á løgreglustøðina, har ein lækni skal hyggja at honum, áðrenn avgerð verður tikin um, hvat víðari skal henda í málinum.
Sambært vakthavandi á løgreglustøðini sýntist maðurin ikki at verða ávirkaður av rúsevnum.