Hevði ikki væntað slíka ávirkan

Ole Wich sigur, at hann hevði væntað, at nøkur fingu ilt av hansara homoFObia-merki. Men hann harmast samstundi um, at kjakið skal vera somikið av sporinum, sum tað nú er farið

Kjakmentan

- Eg havi ongar ætlanir um at melda Jón Ellendersen fyri tað, sum hann hevur gjørt á heimasíðu sínari. Í øllum førum ikki fyribils. Men eg vóni sjálvandi ikki, at hatta er nakað, sum fer at liggja á netinum í allar ævir. Tí sjálvandi eri eg ikki fegin um, at mín persónur soleiðis skal verða hongdur út.
Soleiðis sigur Ole Wich um heimasíðuna, sum Jón Ellendersen publiseraði hósmorgunin. Á heimasíðuni, sum ber heitið, www.foroya.net, hevði Jón Ellendersen teknað eina alt annað enn tespiliga ímynd av Ole Wich. Millum annað við at seta tekningar av Ole Wich við nazistiska merkinum, eins og fleiri kendir persónar við myndatekstum vórðu knýttir at Ole Wich. Eitt nú Yassir Arafat, Mao og Hitler.
Sjálvur segði Ole Wich við portalin seinnapartin í gjár, at í hansara hugaheimi er hendan síðan somikið langt úti, at hann væntar, at hetta onkursvegna verður beint burtur. Antin av høvundanum sjálvum, ella av fólki, sum onkursvegna hava ávirkan á hann. Og longu í gjárkvøldi vóru fleiri broytingar gjørdar. Tvær myndir vóru beinleiðis strikaðar, meðan aðrir myndatekstir vóru broyttir. Men ímyndaða skrivingin um søguna hjá danska listarmanninum í Føroyum vóru tá framvegis at síggja.
Kjakið er prógvið
Um kjakið, sum hevur verið, síðani Ole Wich fyri viku síðani gjørdi tað nú víðgitna homoFObia-merkið, sigur hann, at hetta partvíst hevur prógvað, hvussu skjótt eitt kjak kann avsporast.
- Tú kanst taka kjakið, sum eg havi havt við Bill Justinussen. Tað haldi eg vera í fínasta lagi, sjálvt um eg haldi, at Bill burdi meldað meg, um tað er tað, sum hann vil. Tí Bill ger jú ikki annað enn at siga sína hugsan um hetta. Tað hevur tú virðing fyri, og sum so er tað ikki mítt endamál at ávirka ein persón sum Bill. Eg rokni við, at vit eru alt ov ósamdir, men millum okkum eru tað nógv fólk, sum eg vóni at kunna ávirka við hesum. Og tað eru hesi fólk, sum eg vóni at røkka. Í øllum førum soleiðis, at tey fara at hugsa um mín boðskap.
- Tað, sum Jón ger á sínu síðu, er jú at fara beint eftir manninum, heldur enn bóltinum, og gert tú tað í einum kjaki, so er skjótt, at hetta fer á skeiva kós, sigur Ole.

Hevur rokkið málinum
Aðra staðni á hesum blaðsíðum sigur Sjúrður Skaale, at eftir hansara fatan hevur Ole Wich nátt máli sínum við at gera homoFObia-merkið, og hesum er listarmaðurin sjálvur púra samdur í.
- Eg hevði so ongantíð droymt um, at hetta skuldi fáa so stóra ávirkan. Í dag hevur hetta elvt til kjak um rættindi hjá homoseksuellum, um skrivi- og talufrælsi. Ja sjálvt um hornasteinarnar í einum demokratiskum samfelag.
- Tað er nakað, sum eg fegnist um, men samstundis haldi eg eisini, at hetta prógvar, at hatta merkið er list. Tí tað at nýta føroyska Merkið í hesum hevur givið mær eitt amboð, sum veruliga hevur trongt ígjøgnum í fatanini hjá fólki, og tað var jú eisini tað, sum eg vildi.
Vilt tú við hesum eisini siga, at síðan hjá Jón Ellendersen ikki er nakað listarverk, soleiðis sum hann annars skrivar á síðuni?
- Hatta er ikki list. Tað er tað alt ov óskipað til. Men eg havi í einum telduposti sagt Jón Ellendersen, at um hann vil læra nakað um list, so er hann vælkomin til mín um hetta, sigur Ole Wich at enda.