Hevði ikki riggað við eini felags brandstøð

Átaksleiðarin, sum stóð fyri at sløkkja eldin á Varðanum Pelagic, heldur ikki, at tað hevði riggað við eini felags brandstøð í Suðuroy

Tað hevði ikki riggað við eini felags brandstøð fyri alla Suðuroynna.

 

Tað heldur Annfinn Leo, sum var átaksleiðari tá ið eldin kom í Varðan Pelacig, fríggjadagin 9. juni.

 

Í kjalarvørrinum á eldsbrunanum, vóru tað fleiri, sum vísti á, at hendan vanlukkan bar prógv um, at Suðuroyggin var ikki nóg væl fyri, hvat sløkkiliðsútgerð viðvíkur, til ein stóran eld, sum hendan.

 

Og tí hildu tey, at spurningurin um at skipa eitt felags sløkkilið fyri alla Suðuroy, eigur at verða tikin upp. Men Annfinn Leo heldur ikki, at eitt felags sløkkilið ber til. Hann sigur, at brandmenninir eru sjálvbodnir, og tað hevði ikki riggað at teir fyrst skuldi úr arbeiði, fyri at fara á eina brandstøð onkustaðni mitt í oynni, fyri síðani afturat fara at sløkkja.

 

Annars heldur hann eisini, at sløkkiliðið á Tvøroyri er væl fyri, hvat útgerð viðvíkur. Hinvegin heldur hann, at sløkkiliðið í syðru helvt og í norðaru helvt kundu havt ymsa serútgerð í felag. Men tað er ein spurningur, sum má viðgerast ímillum kommunurnar og sløkkiliðini.

 

Tummas Sørensen, býarverkfrøðingur á Tvøroyri, er samdur í, at sløkkiliðið er væl útgjørt.

 

– Sløkkiliðið hevur tað útgerð, eitt kommunalt sløkkilið skal hava, tí at vera til reiðar til eina so stóra vanlukku, ber ikki til. Í slíkum førum eru tað landsmyndugleikarnir, sum mugu hjálpa til, staðfestir hann.

 

Hann heldur, skuldi eitt kommunalt sløkkilið havt útgerð til at bast einum so stórum eldi, sum tann í Varðanum, hevði tað ligið inni við útgerð, sum helst ongantíð varð brúkt. Tað er so dýrt, at tað hevði verið ábyrgdarleyst mótvegis skattgjaldarunum, heldur hann

 

Hinvegin heldur hann, at tað hevði verið kærkomið at havt eina felags tilbúgving fyri alla Suðuroy og at skipa eitt sløkkilið undir eina, felags leiðslu. Um tað felags sløkkiliðið so skal hava deild í syðru helvt og í Norðaru helvt, er ein spurningur, sum eigur at verða viðgjørdur í hesum sambandi.

 

Hinvegin ásannar hann, at samstarvið ímillum sløkkiliðini eru fyrimyndarligt. Men verður alt sløkkiliðið lagt undir einari leiðslu, eru fleiri fólk at dúva upp á, og tað hevði verið effektivari. Eitt slíkt sløkkilið kundi helst eisini verðið betri útgjørt, enn tey eru nú, leggur Tummar sørensen afturat.