Bill Justinussen loyvdi sær at atkvøða fyri, tá tað var greitt, at fiskivinnunýskipanin kortini bleiv samtykt. Tað sigur hann í samrøðu við Rás 2 í dag.
Tað tók nógv á bóli, tá tað vóru 18 atkvøður fyri fiskivinnunýskipanaruppskotinum. 18. atkvøðuna átti andstøðupolitikkarin Bill Justinussen úr Miðflokkinum.
- Mín atkvøða var ikki avgerandi fyri, um fiskivinnunýskipanin bleiv samtykt, og tí helt eg, at eg kundi taka undir við uppskotinum, uttan at tað fekk nakrar aðrar avleiðingar, sigur Bill Justinussen, sum annars heldur, at har eru batar í nýggju lógini í mun til gomlu lóggávuna.
- Hvørja ferð, eg havi havt orðið í hesum málinum, bæði í undanfarnu samgongu og í hesari, so havi eg víst á, at eg taki undir við, at tað skal vera møguligt hjá øðrum enn teimum verandi luttakarum í vinnuni at sleppa framat. Tað er ein týðandi partur í hesi nýskipanini, og orsøkin til, at eg kundi taka undir við uppskotinum, sigur hann.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Bill Justinussen hevði við Rás 2 í gjár.