Eysturkommuna hevði fullan rætt at sýta fyri at rinda fyri ein skúlanæming í kommununi, sum fór í áttanda flokk í Runavík at ganga í skúla. Tað er niðurstøðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni.
Umboðsmaðurin hevur fingið eina klagu um at Eystukommuna noktaði at rinda fyri skúlagongdina hjá einum næmingi, sum fór í áttanda flokk í Runavíkar kommunuskúla.
Umboðsmaðurin vísir á, at vit hava ikki frítt skúlaval í Føroyum og tí kunnu foreldur ikki krevja, at ein kommuna rindar fyri skúlagongdina hjá næmingi, sum fer í skúla í aðrari kommunu
Tí hevur umboðsmaðurin onki at finnast at fyri tað um Eysturkommuna sýtti fyri at lata skúlagjaldið fylgja næminginum í eina aðra kommunu, sum í høvuðsheitum hevði sama skúlatilboð, sum Eysturkommuna annars hevði.
Umboðsmaðurin heldur somuleiðis, at skúlatilboðið í Runavíkar kommunu kann ikki samanberast við skúlatilboðið í fótbóltsskúlanum í Havn, og tí hevur Eysturkommuna ikki gjørt mismun á næmingum, hóast hon hevur rindað fyri næmingar, sum fóru á fótbóltsskúlan í Havn.