Fótbóltur
Stutt undan fráferðini til Landskrona varð Allan nevnliga skaddur í dysti fyri KÍ. Úrslitið av hesum varð, at tá 18 ára gamli spælarin fekk fótin í gips, og so ber jú ikki heilt so væl til at spæla. Í øllum førum ikki so leingi, sum gipsið er á fótinum.
- Eg vildi jú fyri alt í verðini spæla. Eg var akkurát blivin partur av A-landsliðnum, og uppgávan ímóti Eysturríki var jú størsta avbjóðing, sum Føroyar nakran tíð høvdu fingið innan fótbóltin. Páll (Guðlaugsson, venjari, blðm.) visti einki um hetta, og eg ætlaði mær avgjørt ikki at fortelja honum nakað sum helst, sigur Allan Mørkøre, tá hann minnist á hetta.
- Eg arbeiddi hjá Flugger tá, og eg minnist væl, at eg tók ein saks á skrivstovuni og byrjaði at klippa gipsið av. Tað var bara tað, at saksurin beit einki serligt, so eg visti ikki reiðiliga, hvat eg skuldi gera. Eg tordi illa at fara á sjúkrahúsið at biðja tey hjálpa mær, tí tey høvdu heilt vist noktað at taka gipsið av..
- Men at enda var tað einasti útvegurin. Og hóast tey ráddu mær frá hesum, so stóð eg fast við mítt. Og eg segði enntá við tey, at hetta var mín ábyrgd.
Og tað hevur tú nokk ikki havt orsøk at angrað síðani?
- Nei, avgjørt ikki. Tíbetur havi eg ikki kent nakað mein av hesum síðani, og talan var jú um eina fantastiska upplivin. Og so kann eg sjálvandi halda fast um, at sigurin ikki var komin, um eg ikki spældi við, sigur Allan flennandi.
Størri enn Parkin
Fáar vikur seinni var Allan Mørkøre í enn størri fokus, tá hann var maðurin, sum við tánni prikaði bóltin inn um Peter Schmeichel, tá Føroyar javnaðu til 1-1 í Parkini. Danir vunnu dystin 4-1, men eina løtu stóð danski parturin av kongaríkinum vantrúgvin og hugdi at, meðan fiskimenninir úr Atlantshavi royndu at floyngja Laudrup, Schmeichel og allar hinar stjørnurnar.
Hóast hetta eisini var stór uppliving, so er Allan Mørkøre tó ikki í iva um, at upplivingin var enn størri í Landskrona.
- Tað var jú fyrsti altjóða dysturin, og vit vunnu hann. Eftir sjálvan dystin var eg somikið troyttur, at eg minnist ikki veruliga, hvat hendi tað kvøldið. Men heimkoman til Føroya var heilt, heilt fantastisk.
- Tað byrjaði á Flogvøllinum, har fólk vóru komin út úr terminalinum at taka ímóti okkum, og tað hevði neyvan gingið í dag. Røður og blómur vóru á skránni, og tað var tað allastaðni, har vit komu.
- Men mest serligt var tað tó, tá vit komu aftur til Klaksvíkar. Torleif Sigurðsson, Kurt Mørkøre og eg sjálvur fylgdust. Og tá báturin skuldi leggja at, bað ein av manningini okkum um at koma framat, tí – sum hann segði – so var helst nakað av fólki og tók ímóti okkum.
- Men vit vóru als ikki fyrireikaðir upp á, at har stóð mest sum hvørt mansbarn í Klaksvík og tók ímóti okkum. Liðfelagar okkara í KÍ komu so rennandi umborð, og síðani vórðu Kurt og eg bornir í land í gullstóli. Tað bara heilt fantastiskt, sigur Allan Mørkøre.