Heilsuviðgerð uttanlands
?Hetta er størsti brølari, sum nakrantíð er gjørdur í føroyska heilsuverkinum.
Dómurin, sum sjúklingar fella yvir føroyska sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn, er harður.
Vit hava tosað við tveir av sjúklingunum, sum búgva á hotellinum og teir siga báðir, at umtøðurnar á hotellinum eru so vánaligar, at tað er ikki livandi, sum teir taka til.
Og teir skuldu vita, hvat teir tosa um, tí teir hava verið leingi á hotellinum. Jákup Oluf Breiðaskarð úr Fuglafirði hevur skjótt búð á hotellinum í tvey ár og Bjarti Mortensen á Tvøroyri hevur verið har í átta mánaðir.
Jákup Oluf hevur fingið nýggj lungu og Bjarti bíðar eftir at fáa nýggj lungu.
?Umstøðurnar á hotellinum eru so vánaligar, at hevði eg havt umstøður til tað, var eg rýmdur onkra aðrastaðni at búð, sigur Jákup Oluf.
Bjarti Mortensen sigur somuleiðis, at tað er ótolandi at búgva á hotellinum.
Sleppa ikki í bað
Tað, sum teir báðir serliga fýlast á, er, at húsið er í so ringum standi.
Eitt nú siga teir siga, at svampur er í nøkrum av kømurunum og tað hevur verið til stóran ampa hjá teimum sjúklingum, sum hava havt tey kømuruni.
?Somuleiðis virkar útluftingin ikki og tað er lítið tespuligt, tá ið tað eru 30 hitastig uttanfyri. Sólin stendur í vindeyguni og tað er ikki verandi inni á kømurnunum um dagin og tað er ov heitt at sova.
Nýliga frættist eisini, at legionellabakteriur vóru staðfestar í vatninum í húsinum. Legionellabakterian kann elva til legionersjúku, sum er ein álvarsligur lungnabruni.
?Hetta er serliga álvarsamt hjá fólki, sum eru sjúk, tí ofta er immunverjan frammanundan veik av sjúku.
Tískil hevur embætislæknin í Keypmannahavn rátt okkum frá at fara undir brúsu til bakterian er bast. Tey, sum eru sjúk við veikari immunverju, eitt nú sjúklingum við lungnasjúkum og hjartasjúkum, sleppa tí ikki undir brúsu, hóast tað eru 30 hitastig uttanfyri.
?Bjarti Mortensen sigur, at tað eru einir 15 sjúklingar á hotellinum, sum sostatt ikki sleppa í bað, men mugu vaska sær við lappa frá hálsinum og niðureftir og andlitið og hárið mugu teir einans vaska í kókaðum vatni.
Legionella bakterian trívist best í hita ímillum 20 og 45 stig, men tað er ikki óvanlig í stórum húsum at lækka hitan á tí heita vatninum fyri at spara, sigur embætislæknin í eini frágreiðing og leiðbeining til sjúklingarnar á Hotel Tórshavn.
Hann leggur tó afturat, at vandin fyri smittu er ógvuliga lítil, men kortini er neyðugt at vera fyrivarin.
Sjúkueyðkennini eru sum við influensu og fepur og turrur hosti, men bakterian kann elva til lungnabruna, sum kann gerast álvarsligur, serliga hjá fólki, sum eru veik frammanundan.
Bæði Bjarti Mortensen og Jákup Oluf Breiðaskarð siga, at tað er hent, at fólk, sum eru niðri á sjúkaørindum heldur fara onkra aðrastaðni at vera, heldur enn at verða á hotellinum, tí tey tora ikki at búgva á Tórshavn.
Tá ið málið um legionella bakteriurnar tók seg upp, vóru tað eisini nøkur, sum heldur lótu seg leggja inn á Ríkissjúkrahúsið, enn at vera á hotellinum.
Teir vísa eisini á, at í summum førum hevur Ríkissjúkrahúsið mælt sjúklingum til at finna sær onkra aðra staðni at vera, heldur enn at fara á Hotell Tórshavn.
Vánalig kømur
Teir siga báðir tað kann ganga hjá fólki, sum eru á hotellinum nakrar fáar dagar.
? Men hjá fólki, sum skulu vera her leingi, er tað ótolandi. Tað eru ongar íbúðir til fólk, sum hava langa sjúkralegu, so líka mikið um talan er um einsamalt fólk, ella talan er um heil húski, so hava tey bara eitt lítið kamar. Tað eru fólk, sum hava búð tvey, trý og fýra inni á einum lítlum kamari í vikur, eitt nú tá ið tey eru niðri við sjúkum børnum.
? Tað er ikki lív. Tað rætta hevði verið, at fólk, sum skulu vera her leingi, hvødu eina lítla íbúð, men tað er onki, sigur Jákup Oluf breiðaskarð.
Tað kemur eisini fyri, at tað eru so fult á hotellinum, at fólk mugu verða flutt runt á hotellinum fyri at fáa kabalina við mannfólki og konufólki á kømurnunum at ganga upp.
Sostatt er tað ikki óvanligt, at fólk hava eitt kamar eina nátt, eitt annað kamar náttina eftir o.s.fr. og tað hevur enntá verið reitt upp á einum baðiverilsi fyri at fáa rúm fyri øllum.
Teir halda eisini, at hotellið liggur illa fyri, tí har er púra onki fríøki rundanum, so nógv fólk sleppa ikki út og sambandið við bussi er trupult.
? Tað verður snøgt sagt púra onki gjørt fyri trivnaðin hjá fólki. Fólk, sum búgva her, eru mangan rættiliga sjúk og tí hevur trivnaðurin alstóran týdning, men trivnaður er als ongin, sigur Jákup Oluf Breiðaskarð.
?Her sita vit so, uppi á fimtu hædd, mitt í Keypmannahavn og tað er einki stuttligt í longdini.
Jákup Oluf Breiðaskarð og Bjarti Mortensen siga, at teir hava gjørt báðar teir undanfarnu landsstýrismenninar í heilsumálum varugar við støðuna, men at teir hava ikki fingið so mikið sum eitt svar.