Hevði bara koyrikortið í 28 dagar – misti tað á staðnum

Blaðungur bilførari koyrdi so ørt, at hann misti koyrikortið á staðnum

Í gjár gjørdi ferðsslan kanning á Fuglafjarðarvegnum ímillum Gøtu og Fuglafjørð.

 

Og har varð ikki til fánýtis, tí løgreglan tók fýra bilførarar fyri at koyra ov skjótt. Tað er loyvt at koyra 80 kilometrar um tíman, men ein bilførari koyrdi 100 kilometrar um tíman, ein koyrdi 103 kilometrar um tíman og ein koyrdi 107 kilometrar um tíman. Teir fáa allir bót.

 

Men serliga tann eini bilførarin, sum varð tikin, vakti ans, tí hann koyrdi heilar 139 kilometrar um tíman.

 

Løgreglan sigur, at talan var um eina 18 ára gamla kvinnu, sum akkurát hevði fingið koyrikort. Hon hevði bara havt koyrikort í 28 dagar og hevði enn bara eitt fyribils koyrikort, tí tað rætta koyrikortið var ikki komið fram enn.

 

Men tá ið tað rætta koyrikortið kemur fram, kann hon koyra tað beint í skrell, tí avleiðingin av koyringini á Fuglafjarðarvegnum í gjár, var, at hon misti koyrikortið á staðnum, og má sostatt taka tað av nýggjum, tá ið hon eina ferð sleppyr tað.